Hví skulu tey eldru ”sektast”?

Ein pensjónistur, sum egnir fyri slakar 116.000 krónur um árið, missir alla viðbótina í fólkapensjónini, sum annars er 2.976 krónur um mánaðin

Egning

 

Undan løgtingsvalinum hesaferð – eins og undan mongum øðrum valum – hava politikarar lagt dent á, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða. Men er tað nú, at tað altíð loysir seg at arbeiða, kunnu vit spyrja. Tað veldst ivaleyst um eyguni, sum síggja og oyruni sum hoyra.

Kring um í egningarskúrunum í landinum finst ein blandingur av ungdómi, tilkomnum og eldri monnum, sum taka eina hond í og eisini stytta sær stundir í einum – kunnu vit siga – sera sosialum og gevandi umhvørvi.

Ofta hava vit hoyrt, at tað loysir seg ikki serliga væl hjá fólki at arbeiða, sum fáa almennar veitingar, tí hesi verða sektað, um tey arbeiða ov nógv.

Ein stakur pensjónistur kann tjena tilsamans 54.400 krónur um árið, áðrenn inntøkan – íroknað rentuinntøka - ávirkar viðbótina í pensjónini, sum er upp á 2.976 krónur um mánaðin.

Men fyri hvørjar 100 krónur, sum viðkomandi tjenar omanfyri hesar 54.400 krónurnar, minkar viðbótin við 40 krónum um árið.

Hetta merkir, upplýsir Almannastovan fyri Sosialinum, at tá ið ein pensjónistur í eitt ár hevur egnt fyri slakar 116.000 krónur, er øll viðbótin, sum annars er skattskyldug, fallin burtur.

Grundupphættin, sum verður goldin pensjónistinum, verður ikki skattað, og hon verður ikki ávirkað av, um pensjónisturin tjenar lítið ella nógv aftat pensjónini.

Spurningurin er so, um teir politikarar, sum afturvendandi tosa um, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, vilja hava hesi viðurskifti hjá pensjónistunum í huga, tá ið fólk aftur fara at sessast úti í Tinganesi – í einum nýggjum valskeiði við nógvum nýggjum fólkum á okkara háttvirda løgtingi.