##med2##
Alina Adamenya, ið er úr Hvítarusslandi hevur spælt flogbólt á høgum støði bæði í Hvítarusslandi, Finnlandi og Ungarn.
Nú spælir hon í meistaradeildini hjá kvinnum sum leikandi venjari hjá Mjølnir.
Óli G. Samuelsen, reportari hjá FM1 fekk orðið á Alinu Adamenya í sendingini Flogbóltspanelið á FM1.
Hetta er fyrstu ferð Alina Adamenya roynir seg sum venjara, og hon ætlar at læra spælararnir hjá Mjølni frá teimum mongu royndunum hon hevur frá at spæla flogbólt á hægsta støði í Hvítarusslandi, Finnlandi og Ungarn.