Hví torir eingin at spyrja?

Sótu vit køld vegna vesturlendska profittspekulatión?

 

Hans Birgir Hansen



Sótu vit køld vegna vesturlendska profittspekulatión?

Tað vóru tær multinationalu oljufyritøkurnar, sum við vilja skaptu oljukreppuna sigur danin Viggo Henning Flach, sum hevur roynt atfingið dons, amrikonsk, svensk og norsk bløð at bera hesi tíðindi. Sjálvt Ekstrablaðið tordi ikki, sigur danin V. H. Flach, ið sigur at talan er um størstu sensatión í veraldarsøguni, hann sigur at tíðindini umframt patentansøkningar hansara hava verið duld, tí tær stórpolitisku fylgirnar kundu gerast ov stórar.

Hevði verðin fingið sannleikan at vita fyri fimm árum síðani, høvdu tær oljufyritøkur ið selja olju og kjarnorkuverk verið farnar á heysin og vit høvdu livað av orku, ið kostaði ein tíggjunda part av tí vit í dag gjalda segði V. H. Flach í samrøðu við Dagblaðið


Oljukreppan í 1973 tað reina fupp?

1. partur

Dagblaðið bar stórtíðindi í 1979 frá V. H. Flach: Atomorka óneyðugt allastaðni sigur maðurin ið kann niðurseta orkunýtsluna við 90 prosentum. So stór vóru orðini ið Dagblaðið bar frá dananum V. H. Flach í 1979 tá hesin gjørdist kendur í Føroyum. Umboðsmaðurin hevur heitt á blaðið um at prenta greinina »Oljukreppuna« ið stóð í Dagblaðnum 14. mars 1979 tað gera vit her:

Tað vóru als ikki arabarar ið skaptu oljukreppuna í 1973. Tað vóru tær multinationalu fyritøkurnar. Orsøkin var at tær ynsktu at hækka oljuprísirnar samstundis sum ætlanin var at noyða atomorkuna inn á fólkið. Hetta sigur V. H. Flach sum í nógv ár hevur arbeitt við at niðurseta orkunýtsluna í hitatólum. Eg royndi beinanvegin at gera vart við meg sigur hann men politikarnir vildu ikki lata meg tosa og bløðini tordu ikki. V. H. Flach sigur at hóast hann var vitjaður av blaðfólki frá trimum av teimum framligastu donsku bløðunum at allir sum ein vóru á einum máli, at hetta var størsta sensatión teir høvdu verið úti fyri, so var einki nevnt teir tordu ikki sigur V. H. Flach.


Søkti um patent ? fekk einki svar!

V. H. Flach sigur at hann fyri fimm árum síðani royndi at fáa patent uppá eina uppfinning sum skal kunna niðurseta orkunýtsluna í t.d. oljufýrdum ketlum við 80-90 prosentum. Roynt var bæði í Danmark, onglandi, USA. Vegna valdsmisnýtslu av stjórnum í teim ymsu londunum fekk eg ongantíð nakað svar sigur V. H. Flach. Hann sigur at hann síðani er vorðin kvaldur av bæði pressu og myndugleikum.

Teir hava tó stolið ein part av míni uppfinning til nýtslu í teim væl umtóktu evropeisku jumbojetunum »Airbuss« ið er vorðin ein »bestseller« innan flogferðsluna leggur hann afturat.


Verðinsøkonomiurin ? ein ruðuleiki! 2. partur

V. H. Flach heldur fram at tað er tann høpisleysa økonomiska gongdin við eini inflatión ið eingin roynir at sleppa burtur frá, ið ger at tað t.d. verður nýtt 10 ferðir so nógv orka sum neyðugt er.

? Vit ganga upp gjøgnum ein stiga ið ikki tykist at fáa nakran enda. Einaferð fara trinini at vera tald. Hví ikki venda við nú? ? Tankar mínir høvdu lopið hvøkk á innan økonomiska heimin; tí verið eg kvaldur. Annars hevur eingin loyvi at vera klókari enn teir »serkønu« leggur V. H. Flach afturat. Hann nevnir at einasta gongda leiðin burturúr ruðuleikanum er at gera eitt umfatandi arbeiði innan orkusparing. ? Hetta var tað eg var í ferð við, tá ið eg søkti um patent fyri uppfinning mína sigur hann. Hann sigur at uppfinning hansara kann fáa oljufýr/ketil at hita eins væl við orkunýtslu uppá einans 10 prosent. ? Eg havi gjørt fleiri slík oljufýr/ketil til fólk og trýr tú mær ikki, so spyr bara kundar mínar. Teir eru sjokeraðir leggur hann dent á.

Men eisini teir vera kvaldir. Danska og útlendska pressan má einki siga fyri myndugleikunum. V. H. Flach nevnir sum dømi at hann ein vetrardag kann halda eitt kamar heitt við eini orku uppá einans 70 kilocalorius um tíman. Skal eitt kamar í dag haldast heitt við t.d. elmegi, so fer ein effekt uppá 2.000 w um tíman. Hetta svarar til eini 1720 kilokalirius. ? Fólk skilja helst munin millum 1720 og 70 sigur V. H. Flach.


Atomorka fullkomiliga óneyðug! 3. partur

V. H. Flach leggur annars dent á at heimurin ikki tørvar eitt einasta atomverk. ? Verkini eru bara forrætningsfidusir sigur hann. Uppfinning mín kann gera øll slík orkutiltøk týdningarleys og tað vita tær mulinationalu fyritøkurnar. Eg sleppi bara ikki at greiða heiminum frá hugsanum mínum. ? Uppfinning mín er annars ógvuliga einkul sigur hann.


100.000 milliardir dollar tveittir burtur!

V. H. Flach metir annars at fleiri hundrað túsund milliardir dollar eru tveittir burtur til einkis vegna vánaligan orkupolitik, síðani hann á fyrsta sinni royndi at greiða verðini frá, hvussu orka kundi sparast í stórum. ? Hesar milliardir hava tey stóru firmaini sogið frá orkunýtarunum. V. H. Flach nevnir samstundis at teir høgu orkuprísirnir og tann stóra yvirnýtslan ikki bara gera seg negativt galdandi við beinleiðis búskaparligari forskjóting til tær stóru fyritøkurnar. ? Hugsa tær til at orkunýtslan bert var 10 prosent av tí hon er. So hevði eitt land sum Føroyar havt nógv betri møguleikar at havt t.d. vakstrarhús. Hetta hevði ført við sær at føroyingar at endanum høvdu kunnað verið sjálvforsýnandi við grønmeti. ? Eisini økir sum Grønland og Alaska høvdu fingið betri livikor til fólkið ið býr har sigur V. H. Flach.


Hvør er hesin V. H. Flach?

Viggo Henning Flach er av fyrsta tíð útlærdur innan handil. Hann starvaðist innan fiskavøruídnaðin eftir lokið prógv. Nakað eftir kríggið stovnaði hann saman við einum øðrum eina ídnaðarfyritøku; men hann hevur rikið virkið einsamallur tað mesta av tíðini. Hann hevur sett seg inn í hópin av tingum knýtt til samfelagið. Hann er kønur á so gott sum øllum økjum, eitt nú innan jura, handil, teknik, verksmiðju virksemi, uppfinning við meira.

Hann sigur í samband við orkusparandi uppfinning sína, at hann altíð roynir at nýta logik. ? Tað er jú tað einasta heilin er egnaður til sigur hann at enda í samrøðu við Dagblaðið.