Hvítusunnutiltøk kring landið

Um hvítusunnuna verða fleiri møtir og gudstænastur hildnar kring alt landið. Her er eitt lítið yvirlit yvir ein part av hesum tiltøkum:

Hvítusunnuvinir hittast til stevnu
Vestmanna: Limirnir í samkomuni Saron munnu vera millum tey, ið gleða seg allarmest til hesa hvítusunnununa.
Henda hvítusunnusamkoman hevur nevniliga átikið sær at skipa fyri árligu stevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøllini í Vestmanna um vikuskiftið.
Møtini byrja við stórari konsert í annaðkvøld kl. 21, har tríggir bólkar fara at luttaka: Petur Háberg Band, Direct Level og Heini Lutzen.
Tað verða tó ikki bert møtir á skránni. Leygarmorgunin hevur nevniliga Lív Jacobsen tikið stig til eitt skeið fyri øll tey, sum luttaka í barnaarbeiði í samkomunum.
Vónað verður her, at fólk úr samkomunum kring landið kunnu koma saman at tosa um hetta týdningarmesta arbeiðið og geva hvørjum øðrum íblástur. Ætlanin er eisini at hava møtir fyri børnum í fimleikarhøllini. Hesi verða hildin samstundis sum møtini í høllini verða.
Møtini verða tó ikki bert hildin inni í høllini, tí leygardagin kl. 15 er ætlanin at hava eitt útimøti á Torginum í Vestmanna.
Leygarkvøldið kl. 18 verður eisini eitt serstakt kvøld í høllini, tá orðið surprise fer at verða havt á lofti rættiliga ofta. So mikið verður kortini avdúkað, at kvøldið er eitt must fyri tey ið dáma Gaither-tónleik og motorsúkklur. Ein kendur norðurlendskur gospelsangari fer eisini at luttaka. Seinni sama kvøld er gospelkonsert á skránni, og kvøldið eftir ein lovsangskonsert, har bæði bólkar og solistar fara at luttaka.
Annars halda møtini fram báðar hvítusunnudagarnar kl. 11 og 18. Útimøti verða somuleiðis kl. 15 báðar dagarnar.
Heitið fyri hesi møtini er Hvítusunna tá?/Nú?. Sagt verður, at møtini eru bæði fyri børn, ung og eldri.

 



Fjølbroyttar gudstænastur

Klaksvík: Hvítusunnan er ein av teimum trimum stóru kristnu høgtíðunum, og í kirkjunum kring landið verða tí hópin av gudstænastum um vikuskiftið.
Her er talan um vanligar gudstænastur, men eisini gudstænastur, har okkurt serligt verður gjørt burturúr.
Nevnast kann, at 2. hvítusunnudag kl. 15 verður ein barnagudstænasta við Hans Eiler Hammer í Christianskirkjuni og um kvøldið kl. 20 konsert við Havnarkórinum.
Henda dagin verður eisini ein deyvagudstænasta í Vestmanna kirkju kl. 11 við Jónsveini Bech presti. Við hesa gudstænastuna, sum sjálvandi eisini er fyri tey hoyrandi, er altargangur, eins og savnað verður inn fyri deyvameinigheitina.



 
Vitjan av Suðurafrikanskum talara
Tvøroyri: Hesa høgtíðina hava tveir kristnir felagsskapir - kvinnufelagsskapurin Aglow og missiónsfelagsskapurin YWAM (Youth With a Mission) í Føroyum - sligið seg saman um eina møtirøð í Fylking. Talari verður Elisabeth Syré úr Suðurafrika.
Møtini byrja í annaðkvøld kl. 21 og halda síðani fram allar høgtíðsdagarnar.
Leygardag verða møtir kl. 11, 15 og 20 og hvítusunnudag kl. 11 og 17.

 
 
 
Samfelagsstevna í Suðuroy
Vágur: Aftur í ár fara fólk úr Suðuroynni og norðanfjørðs at leita sær til samfelagsstevnuna sum samkoman í Bethel í Vági skipar fyri.
Møtini byrja í annaðkvøld kl. 20, tá bønarmøti verður í Bethel. Leygarmorgunin kl. 10 verður uppbyggingarmøti á sama staði, men síðani fara flestu møtini fram í ítróttarhøllini í Vági.
Í høllini verður fyrsta evangeliska møtið leygarkvøldið kl. 20 og seinni sama kvøld - kl. 22:30 - er opið hús fyri ung í Bethel, sum liggur mitt í býnum.
Hvítusunnudag kl. 10 verður møti  við breyðbróting og kl. 16 uppbyggingarmøti. Eftir tað er náttverði á skránni, áðrenn evangeliskt møti verður aftur kl. 19. Seinni um kvøldið verður aftur opið hús í Bethel.
Møtini enda 2. hvítusunnudag við uppbyggingarmøtum kl. 10 og 15 í ítróttarhøllini og evangeliskum møti í Bethel kl. 20.
Talarar ymsastaðni frá fara at luttaka, umframt góðar sangkreftir.



 

Nógv møtir
Umframt hesi nevndu tiltøkini á hvítusunnu verða hópin av øðrum tiltøkum á hvítusunnu.
Í fleiri samkomum verða møtir hildin hesar dagarnar. Til ber at kunna seg nærri um hesi tiltøkini undir Tiltøk í blaðnum í dag.



 
Luttøka úr øllum landinum
Kollafjørður: Eisini kollfirðingar og fólk í nánd av Kollafirði sleppa á hvítusunnustevnu í ár.
Stevnan í skúlanum í Kollafirði byrjar við bønamøti í kvøld, men verður sett í annaðkvøld av sóknarprestinum í økinum, Mogens T. Christensen. Við hetta møtið syngja Irena og Sonja.
Síðani heldur stevnan fram alla høgtíðina við møtum hvørt kvøld. Aftaná hvørt møti verður boðið til eina sang- og vitniløtu í missiónshúsinum, ið liggur beint við skúlan.
Talarar og sangkreftir koma úr øllum landinum.