Hvalastøðin við Áir latin upp

Hvalastøðin læt upp, 21. juni, og er opin hvønn leygar og sunnudag klokkan 10 til 17 í summar

Savnsvaktir sita klárar at taka ímóti vitjandi. Til ber at fáa rundvísing á Hvalastøðini kl. 11, kl. 13 og kl. 15.

 

Tjóðsavnið skrivar, at nógv stákan hevur verið seinastu vikurnar fyri at gera Hvalastøðina til reiðar at taka ímóti summargestum.

 

Starvsfólk Tjóðsavnsins hava havt úr at gera við at fáa nýggja skelting upp og at fríðka um økið. Eisini hevur savnið fingið uttanhýsis hjálp til at taka burtur órudd. Arbeiðið er ein áhaldandi liður í at varðveita og miðla Hvalastøðina sum ídnaðarsavn. 

 

Arbeitt verður við at fáa stóran skølt av avgusti settan upp á planinum. Í 2013 svumu fýra avgustar inn á grunt í Sundalagnum. Tveir teirra doyðu. Annar teirra varð hálaður upp á planin á Hvalastøðini við Áir. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, setti hol á, brast hvalurin. Bjarki Thomsen frá Kringvarpi Føroya tók hendingina upp, og filmsbrotið gjørdist víðakent á alnótini. Tað er skølturin av hesum avgusti, sum verður settur upp í næstum.

 

##med2##