Hvalaveiða á skjalasavnsdegi

Nú leygardagin er norðurlendskur skjalasavnsdagur. Landsskjalasavnið hevur opið hús, og framløgur verða um hvalaveiðu.

Á høvuðsgoymsluni í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 verður opið frá klokkn 14 til 18, og talan verður eisini um tvær framløgur um hvalaveiðu.

 

Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur, hevur framløgu, ið hann nevnir “Føroysk stórhvalaveiða – meira enn olja og mjøl” og Erland V. Joensen, savnwvørður á Fornminnissavninum, hevur framløgu, ið nevnist “Hvalastøðin við Áir – ein museal varðveiting av einum ídnaðarminni. Møguleikar og avbjóðingar”.

 

Framløgurnar vera í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16.

 

Í Føroyum hevur verið samljóð millum stórhvalaveiðu og bygdasamfelagið. Føroyingar kendu jú til tvøst sum mannaføði og í Føroyum gjørdist stórhvalatvøst týðandi og bíligur matur við høgum føðsluvirði.

 

Umframt regluliga mettu fingu nógvir føroyingar arbeiði á hvalastøðunum og á hvalabátunum, og stórhvalaveiða stuðlaði tí væl upp undir framburðin í føroyska samfelagnum. Tað eru óivað fá støð í heiminum har stórhvalaveiða man hava verið so stórur partur av mentanini í samfelagnum.

 

Hetta sæst eisini aftur í teimum skjølum, sum Landsskjalasavnið hevur í varðveitslu.

 

Savnið hevur í goymslum sínum skipaskrásetingarskjøl, manningarlistar, mynstringarbøkur, skipsdagbøkur, mátibrøv, tilfar um hvalastøðir, prísásetingar fyri tvøst o.m.a., ið hevur við hvalaveiðu at gera.