Fótbóltur 5. deild
Hvalbingar tryggjaðu sær leygardagin gullið í 5. deild í fótbólti.
Finalan var á Svemýri á Tvøroyri ímóti VB.
Líkindini at spæla vóru einki serlig, men tað tóktist ikki at nerva spælararnar, serliga ikki hvalbingar, ið vóru tað betra liðið, tá ið samanumkom.
Men tað var VB, sum legði betri fyri, tá ið Arthur Tausen legði vágbingar á odda í einum jøvnum, men spennandi fyrra hálvleiki.
Hanus Toftheyggj svaraði aftur fyri Royn, so hálvleikstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki var Royn klárt betra liðið og gamli málrevurin, Vilmund Michelsen, legði tíðliga Royn framum 2-1.
Samanspælið hjá Royn gekk nógv betri enn hjá VB og miðskeiðis í hálvleikinum beindi Ingi Mortensen allan iva burtur, tá ið hann við einum hegnisligum skotið lyfti bóltin upp um VB- málverjan og í málið og legði Royn á odda 3-1, sum eisini gjørdust endaliga úrslitið.
Tað nærmasta, VB var við at koma aftur í dystin, var tá ið teir høvdu eitt dundurskot á yvirliggjaran í tí nógva undanvindinum.
Eftir dystin handaði Óli Holm, FSF. forseti Royn-spælarunum gull-heiðursmerkini og ferðasteypið, sum Royn eisini vann í fjør.