Í kvøld hittust 100 fólk í Roynhøllini í Hvalba at viðgera støðuna, nú sóknin liggur í prestaloysi. Tey vilja hava loysn á málinum týsdagin.
Meðan Ólavur Rasmussen, prestur, hevur verið í farloyvi, hava aðrir prestar røkt starvið, seinast Símun P. Jacobsen, sum í dag hevði sína fráfaringargudstænastu, nú hann er settur sum prestur í Sjóvar sókn.
Fundarfólkið í Hvalba vísir á, at málið flýtur millum bisp og mentamálaráðharran.
- Málið hevur koyrt síðani 2007, og nú ynskir kirkjufólkið í sóknini at fáa eitt svar frá biskupi og mentamálaráðharranum. Vit vilja hava málið loyst frá tykkara síðu í seinasta lagi týsdagin 12. januar á middegi, sigur fundarfólkið í yvirlýsing.
Tey, sum hava skrivað undir yvirlýsingina eru:
Elmar Skaalum, kirkjuráðslimur
Annika Poulsen, kirkjufólk
Niels Olaf Eyvindsson, kommunustýrislimur