Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum um flaggdagsleitið 2007
HVALIR: Ein hvalur - fleiri hvalir.
KVALIR: Ein kvøl - fleiri kvalir.
Kvalir merkir pínslur. Samanber úttaluna við smøl – smalir.
Ein av orsøkunum til syndarligu støðuna hjá móðurmáli okkara, er, at nógv ikki vilja kennast við ella ikki vilja úttala ávísar bókstavir á føroyskum – t.d. fyrra a og seinna y. Onkur sigur krúdd í staðin fyri krydd.
FERMING: Latið okkum heldur brúka tað stutta og snøgga orðið, ferming og at fermast. Konfirmatión / konfirmerast er so tungligt.
PÁSKIR: Vónandi ynskti eingin tykkum eini góð páskir.
Vónandi ynsktu nógv tykkum einar góðar páskir.
Páskir eru kvennkyn, ikki hvørkikyn. Jól eru hvørkikyn.
Man tað annars bera til at fáa fólk at brúka kvennkyn um páskir? Ella er tað neyðugt?
Við mál- og flaggkvøðu