Hvalspýggjur søktu bátin

ÓHAPP Tað gingu bert 15 minuttir til báturin hjá norska útróðrarmaninum, Karl Juliussen legði seg á liðina og sakk - orsakað av hvalspýggjum

Noreg: - Vit náddu ikki so frægt sum at leypa til havs, greiðir tann 73 ára gamli Karl frá til norskar miðlar.

Hann var farin til útróðrar á Altafjørðinum í farnu viku, tá ógvusliga hendingin fór fram.

- Vit sóu eina torvu við seiði og kastaðu nótina. Tá vit so drógu hana inn, løgdu vit merki til at nógvar hvalspýggjur komu saman við fiskinum.

- Vit royndu at fáa so nógvar av teimum uttanborða sum gjørligt, men tað var vónleyst. Seiðurin og hvalspýggjurnar saman gjørdu sítt til, at lastin at enda háttaði sær sum var talan um gelé, greiðir hann víðari frá.

Eftir fáum sekundum fekk tann 35 fót stóri útróðrarbáturin “Alda” slagsíðu upp á 90 stig. Og so gekk tað skjótt:

- Báturin helti so nógv, at vit skuldu ikki leypa á bláman. Vit skuldu bara leggja okkum frameftir og svimja. Í øllum ruðuleikanum fingu vit hvørki tíð at lata okkum í bjargingarvestarnar ella at senda út neyðarkall, sigur 73 ára gamli maðurin, ið er ættaður úr Kvalsund.


Einglavakt

Hetta gekk skjótt fyri seg, nakað langt úr landi. Men teir vóru kortini sera hepnir.

Var tað ikki fyri skiparanum á einum øðrum báti ið lá nærhendis, høvdu teir tríggir menninir umborð helst sjólátist.

- Vit vóru á staðnum tíggju minuttir seinni, og tóku teir innanborða. Fýra-fimm minuttir seinni sakk útróðrarbáturin, sigur Tor Nilsen, skipari umborð á “Geir Rogers”

- Eg haldi, at teir høvdu einglavakt.

Hvørji Tor ella Karl hava áður sæð so nógva hvalspýggju í sjónum.

Økisskrivstovan hjá norska Fiskeridirektoratet í Tromsø váttar fyri norskum miðlum, at higar eru komnar fleiri fráboðanir um tær nógvu hvalspýggjurnar.

- Tað eru ótrúliga nógvar hvalspýggjur í sjónum. Eg havi heldur ikki sæð tær so stórar sum nú, sigur Tor Nielsen.


Óhugnaligt

Havbiologurin, Jan Helge Fosså á Havforskningsinstituttet hevur ikki hoyrt um líknandi skipsbrot áður.

- Eg veit um dømi úr Japan, har ein sonn innrás av ógvusligum hvalspýggjum, hendir fyri nøkrum árum síðani. Fleiri bátar liðu skipbrot orsakað av hesum.

- Jú, hetta er eitt sindur óhugnaligt, sigur havbiologurin.

Seinastu tíggjuárini hava menn sæð ein stóran vøkstur í talinum av hvalspýggjum framvið norsku vesturstrondini. Sama ger seg galdandi við Svaldbard.

- Eg havi sjálvur kavað við Svalbard seinastu 15 árini, og havi sæð ein øktan títtleika av reyðum hvalspýggjum, eisini heilt har norðuri, sigur Haakon Hop í Norsk Polarinstitutt. 




Ferjan slapp ikki frá landi

Ein stór torva av reyðum hvalspýggjum steðgaðu motorinum á ferjuni, soleiðis at hon ikki slapp frá landi í Hordalandi á vesturlandinum ein julidag í summar.

Tá ferjan Rennesøy skuldi fara í rutu, var kølarin á tí eina motorinum fullur av hvalspýggjum.

Neyðugt var at taka ferjuna úr sigling, og seta eina aðra inn ístaðin.

Tá varð sagt, at hvalspýggjurnar í fyrsta lagi fara burtur frá strondini, tá sjógvurin gjørdist heitari enn 20 stig. Tá plaga hvalspýggjurnar at fara í djúpari og kaldari farvøtn.