Jacob Vestergaard førir seg fram sum tann stóra talsmannin fyri nýggju grindalógini, ja somikið bringubrattur, at man næstan trýr, tí hann sigur. Veruleikin er tó ein heilt annar.
Grindalógin var neyvan komin á ting, um tað var upp til Jacob Vestergaard. Sjálvt tá løgtingið hevði samtykt, at hann skuldi gera lógina, so drálaði landsstýrismaðurin.
Tað var Tjóðveldi, sum tann 12. september í fjør legði fram lógaruppskot, um at gera lóggávu um tilbúgving, átøk og fyribyrging av fráboðaðum ólógligum virksemi í Føroyum. Uppskotið var beinleiðis avleiðing av tí herseting, sum nógv kendu fara fram av Sea Shepherd á sumrið í fjør.
Jacob Vestergaard tók ikki orðið undir viðgerini, men lat tað týðiliga koma til sjóndar, at lóggávan ikki var neyðug. Tað var ikki landsstýrið, við Jacob Vestergaard, sum valdi at forða áganginum frá Sea Shepherd.
Uppskotið vann frama í rættarnevnd tingsins, har samd nevnd mælti til at samtykkja tað, við teirri herðing, at lóggávan skuldi vera liðug 1. mai í ár. Tá gjørdi Jacob Vestergaard eina síðstu roynd at forða fyri, at lóggávan varð samtykt. Hann royndi at fáa sínar samgongufelagar at beina málið aftur í nevnd. Tað megnaði hann tíbetur ikki og okkara uppskot varð samtykt tann 3. desember í fjør.
Túsund tøkk skulu øll tey hava sum atkvøddu fyri lógaruppskotinum.
Fyri at halda landsstýrinum at eldinum, setti eg Løgmanni í mars ein skrivligan fyrispurning, um hvussu arbeiðið at gera nýggju lógina gekst.
Løgmaður svaraði, at landsstýrið hevði tikið løgtingssamtyktina til eftirtektar, og at lógaruppskot varð lagt fyri løgtingið eftir páskir, um neyðug politisk undirtøka var fyri tí. Í besta føri ein hálvhjartað politisk fráboðan.
Tað var ikki fyrr enn 4 dagar eftir lógargivnu freistina, at Jacob Vestergaard legði grindalógina fram, hetta var enntá eftir framløgufreistina fyri tingskeiðið. Uppskotið var so illa frágingið, at tingið varð kallað saman tvær reisur í úrtíð at gera broytingar í lógini. Tað sigur ikki einki um, hvønn álvara landsstýrismaðurin tók grindalógina í.
Tá tað er sagt, gleðist eg um, at vit hava fingið eina grindalóg. Sjálvur haldi eg, at fráboðanarskyldan skal eftirmetast. Eingin orsøk er at áleggja skyldur á eitt nú ferðandi, sum ongan áhuga hava í grind. Rætturin at halda grind til er okkara.
Vit eiga tó ikki at gevast á hondum her. Komandi valskeið eiga vit at forða felagsskapum sum Sea Shepherd at koma til landið við bátum og skipum. Vit sóu aftur í dag, at bátar hjá teimum royndu at órógva raksturin av grindini í Sandávági, hetta skal steðgast.
Eingin orsøk er at loyva samanbrestum millum hóttandi ørvitisknokkar, og burðardygt veiðandi føroyingar. Avgerðina um at drepa grind eiga vit og eingin annar.
Jacob Vestergaard roynir í dag at drekka av tí kelduni, sum vit onnur við tógvið stríð hava drigið hann framat.
Vælgagnist honum, men eg hevði ynskt at hann var meira eyðmjúkar og takksamur móti løgtingum, sum bar hann á mál, eisini tá hann stríddist ímóti.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi.