Hvannasunds Kommuna samtykti fyri nøkrum mánaðum síðani, at Kommunan skuldi hava eitt búmerki.
? Endamálið við búmerkinum er, at vit vilja gera Hvannasunds Kommunu sjónligari, vit vilja profilera kommununa, so tað lættliga skal síggjast, hvør kommuna talan er um, vit vilja vísa, at vit eru stolt av okkaru kommunu, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasundi.
Inn komu 121 búmerkir frá 18 luttakarum.
Í lýsingini til búmerkjakappingina stóð millum annað, at búmerki kundi hava eina ávísa staðarlýsing, Hvannasunds Kommuna kundi vera ein partur av búmerkinum, búmerkið skuldi kunna kennast í bæði stórari og lítlari útgávu og at tað skuldi kunna nýtast ígjøgnum fax. So tað stóð hvørjum einstøkum luttakara ógvuliga frítt, at koma við uppskotum til búmerki.
? Niðast í lýsingini kunnaðu vit í stuttum um kommununa, soleiðis at øll høvdu somu fortreytir fyri at koma við uppskoti til eitt búmerki, sigur Júst Poulsen.
Til at vegleiða bygdarráðnum vað sett ein trímanna nevnd við fólkum við ymiskum fortreytum.
? Hendan nevdin er komin við einum tilmæli til bygdarráðið um júst hettar merkið. Myndaevnið á búmerkinum er norður gjøgnum Sundið. Har sæst Sundalandið og Oyralandið og byrgingin, sum knýtur saman bygdirnar. Byrgingin er teknað sum ein bátur og ímyndar fiskivinnuna sum vit liva av, sigur Júst Poulsen.