Hvar er Jonna í verðini?

Tey høvdu ikki sæð hvønn annan í 43 ár, tá ið tey hittust aftur farna vikuskiftið, íslendski mentamálaráðharrin, Björn Bjarnason og Jonna Thorsteinsson úr Vági, sum var í húspláss hjá foreldrum Björn.

Hon hevði als ikki ætlað sær til Havnar síðsta vikuskiftið. Men klokkan hálvum seks leygarmorgunin mátti hon av húsum fyri at fara norður um fjørð. Hon skuldi nevniliga hitta íslendska mentamálaráðharran Björn Bjarnason. Og tað eru nøkur ár síðani tey hittust seinast, ikki færri enn 43 ár. Hon var tá ein ung genta í húsinum hjá foreldrum hansara og Björn var 11 ár.

Í grundini visti Jonna als ikki, at Björn Bjarnason var tann 11 ára gamli Björn, sum hon ansaði fyri so nógvum árum síðani. Ikki fyrr enn hon sá myndina av honum í Dimmu og Sosialinum í farnu viku. Hon bar kenslu við hann, ringdi til landsstýrismannin Signar á Brúnni, sum var vertur hjá Björn og spurdi hann, um hann visti, hvussu pápi Björn æt.

- Jú, tað visti hann. Hann æt Bjarni Benadiktsson og var eisini mentamálaráðharri í Íslandi á sinni. Jamen, so er tað tann sami Björn, sum eg ansaði, tá ið eg var í Íslandi fyri so nógvum árum síðani, greiðir Jonna frá.

Heldur ikki Björn hevði gloymt Jonnu. Henda ferðin um vikuskiftið var fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum.

- Kona hansara fortaldi mær, at tá ið tey komu til Føroyar segði hann við seg: "Hvar er Jonna í verðini?". Akkurát tá kom eg ímóti honum, Björn visti einki um, at Signar og eg høvdu lagt ráð saman um, at eg skuldi koma til Havnar at hitta hann. Og hann kendi meg aftur beinanvegin, sigur Jonna.


Til Íslands at tæna

Tað var í 1955, at Jonna og systurin fóru til Íslands at tæna. Pápi teirra sigldi við skipi undir Íslandi og hann varð spurdur, um hann ikki átti tvær døtur, sum kundu koma til Íslands at vera í húsi.

- Vit so fóru við skipinum, pápi sigldi við, í allar ringasta veðri, og eg kom í húsið hjá Bjarna Benadiktson og systur mín í húsið hjá systir pápa Bjarna. Vit komu yvir 5.5. í 1955 og mamma Björn átti eina gentu 18. juni tað árið, sama dag, sum eg hevði føðingardag, sigur Jonna.

Jonna hevur ikki hildið sambandið við familjuna hjá Björn við líka hesa longu tíðina sum er farin. Eftir at hava verið genta í húsinum fór hon á sjokolátaverksmiðju at arbeiða. Men í 1987 vitjaði Jonna aftur í Íslandi og tá legði hon saman við familju síni krans á gravstaðin, har foreldrini hjá Björn liggja. Tey doyði í 1970, tá ið húsini tey vóru í á Tingvøllum brendu í grund. Bjarni Benadiktson, konan og ommudótturin brendu inni.

- Eg sendi telegram yvir tá og fekk takkarbræv aftur. Tað takkarbrævið hevði eg við mær til Havnar at vísa Björn, um hann ikki kendi meg aftur. Men tað var óneyðugt, hann kendi meg beinanvegin aftur, sigur Jonna.


Myndatekstur: Skotbráðið var stutt, men Jonna kom við til bæði fyrilesturin hjá Björn Bjarnason í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag, og til døgverðan, sum var hildin fyri íslendsku gestunum í Kirkjubø. Mynd: Áki Bertholdsen.