Gullborg og Zacharias Hammer vóru á Vaglinum fyrr í dag, tá løgtingslimir og onnur gingið skrúðgongu, og tingið varð sett.
"Hjá okkum er ólavsøkan eitt sindur sum hjá øðrum, at vit ganga oman og niðan og hitta vinir og kenningar. Nú búgva vit í Norðdepli, so vit plaga eisini at støkka inn á gólvið hjá vinum til ein betri nátturðabita," sigur Gullborg.
"Eg minnist, at eg sum smádrongur plagdi at spyrja mammu, tá ólavsøkan nærkaðist: Hvar er ólavsøkan? Øll prátaðu um ólavsøkuna, men eg visti ikki, hvar hon var," sigur Zacharias, sum í mong ár hevur framleitt sjónvarpstilfar, sum flestu føroyingar hava verið serstakliga glaðir fyri, "eg fann so útav, at ólavsøkan er inni í einum sjálvum. Tað er ein sjálvur, sum ger ólavsøkuna áhugaverda."
"Ólavsøkan er sera týdningarmikil fyri Føroyar og føroyingar. Hon er okkara samleiki sum fólk, og øll tykjast hóast ósemjur á ólavsøku at verða ein eind," sigur Gullborg.
"Ja, satt er tað. Stuttligt er at síggja, hvussu ólavsøkan í dag er júst tann sama, sum hon var fyri 40 árum síðani. Tað eru tey somu glaðu fólkini, somu fullu fólkini, somu ítróttarfólkini, og fólk ganga akkurát á sama hátt oman og niðan í dag sum tá," sigur Zacharias at enda.