Hvar er leiðarin á barna- og ungdomsdeildini í Tórshavnar kommunu?

Viðmerking til rumblið um eindarleiðslu í Tórshavnar kommunu

Hvar er leiðarin á barna- og ungdomsdeildini í Tórshavnar kommunu?

Vit hava hoyrt trivnaðarstjóran og politikarnar úttala seg um eindarleiðslu, sum kommunan skal seta í verk komandi ár.

Hví hevur man onki hoyrt frá leiðaranum á barna- og ungdomsdeildini?

Hevur hon einki at kunna foreldrini um, ella hava trivnaðarstjórin og politikararnir yvirtikið leiðsluna á barna- og ungdomsdeildini?

Tað sær út sum tað eru øll hini sum tosa uttan leiðarin á barna og ungdomsdeildini, og tað er hon, sum hevur ábyrgd av øllum børnunum á dagstovnunum. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt frá henni um ta námsfrøðiligu dygdina, sum børnini skulu mennast í.

Sum eg skilji tað eru nakrir leiðarar á dagstovnum í Tórshavnar kommunu, sum ikki makta ta uppgávu, teir eru settir til at røkja, og sum nú skulu hava fýra stuðulsleiðarar.

Altso leiðararnir skulu hava stuðul, og leiðarin á barna- og ungdomsdeildini skal til umlætting.

Ongin hugsar um børnini. Hvørjum tey hava tørv á?

Børn hava ikki brúk fyri veikum fólki rundan um seg, men sterkari og dugnaligari leiðslu,  námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum tey kunna hava álit á og skulu mennast saman við, og hetta skal leiðslan á stovnunum hava ábyrgd av og eingin annar.

Dygd og fakligir førleikar skulu finnast niðri á gólvinum hjá børnunum á dagstovninum, tí har er tað børnini hava brúk fyri góðum og dugnaligum starvsfólki.

Og tað er her, man skal seta inn við fleiri fólkum og ikki gera fleiri leiðslur.

Gevið leiðaranum á stovninum góð arbeiðsviðurskifti og setið viðkomandi krøv og gevið viðkomandi ta ábyrgd sum skal til, fyri at børnini fáa ágóða av einum vælriknum og mennandi námsfrøðiligum umhvørvi.

 

Gudrun Winthereig Rasmussen

Fyrrverandi stovnsleiðari