Spurningurin hvar mørkini hjá eini kvinnu ganga verður umrøddur 8. mars, Altjóða Kvinnudagin í Norðurlandahúsinum.
Kvinnudagin 8. mars skipar Norðurlandahúsið fyri enn einum spennandi kvinnudagstiltaki við einari øðrvísi framførslu, sum setir nakrar spurningar, sum vit kanska ikki eru so von við at skula hugsa um her í Føroyum. Collateral Damage er ein palllistasýning um hvussu innrás verður gjørd á kvinnukroppin í stríðum, sum snúgva seg um alt frá vakurleika og móta til átrúnað, mentan og kríggj. Møður bera børn fyri tjóðina, neyðtøka verður brúkt í hernaðarætlanum, og kroppar verða skornir í navni vakurleikans.
Við sýningini vevur eysturríkska-norska duoin ROHN/WÆRSTED avbjóðandi træðrir millum tjóðir og vakurleika, kríggj og stuttleika, plastikk-skurðfrøði og samleika. Sýningin liggur á markinum millum dans, sjónleik, visuella list og kynsgransking, verður greitt frá úr Norðurlandahúsinum.
Eftir sýningina verður pallborðsfundur, har prátað verður um kroppin sum subjekt í mun til objekt, rættindi, sjálvsvirði, og løstan í mun til fríðkan. Hugt verður at hvussu støðan hjá føroysku kvinnuni er í mun til umheimin, og hvussu kropsfatanin hjá henni er. Í pallborðinum verða millum annað listakvinnurnar ROHN/WÆRSTED, Katrin Kallsberg, lækni við sergrein í kvinnusjúkum og burðarhjálp, Tóra Petersen, sálarfrøðingur, Siri Sørensen, samfelagsfrøðingur og blaðstjóri og umboð fyri varkuleikaídnaðin.
Orðstýrari verður Solveig Hanusardóttir Olsen, cand.mag. í religiónssøgu og MA í listasøgu. Solveig starvast sum fyristøðufólk á Listasavni Føroya og hevur stóran áhuga fyri javnrættindum, kynsfatan og umboðan. Collateral Damage verður í Skálanum mikudagin 8. mars kl 19.30