? Tá tíðindini um Tjernobyl bórust, hugsaði eg fyrst, at tað var gott, at vit búðu so langt haðani, men so kom tankin skjótt um, hvørt tað fór at raka Føroyar á onkran hátt. Eg var við barn júst tað, og ikki minst tí var eg kløkk av hendingini.
? Eg haldi ikki, at hendingin kann samanberast við, tá ið Kennedy doyði ella 11. september, og kanska var tað tí, at tað hendi ikki í vesturheiminum, og ivaleyst hevur tað eisini havt ávirkan, at tíðindinaflutningurin í Sovjetsamveldinum var so hart stýrdur. Eg minnist, at eitt av føroyskum bløðunum, Fríu Føroyar, ikki gjørdi nakað serligt burturúr, men tosaði um »ávísar óreguligheitir« á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl. Tað var ein stór undirmeting av hendingini.
? Eg havi ikki havt nakra avgjørda hugsan um kjarnorku, men eg havi altíð verið skeptisk. Eftir vanlukkuna í Tjernobyl helt eg, at tað fór at verða endin á kjarnorkuni, men tað gjørdist kanska ikki heilt so. Tó hevur kjarnorka ikki verið so nógv útbreidd, sum eg eina tíðina væntaði, at hon fór at verða, og tað komst kanska av Tjernobyl.