Hetta er alt so sjálvsagt fyri tey flestu, at vit kunnu ikki hugsað okkum eitt lív uttan alt hetta! Men nøkur hava lítið og einki av hesum!
Nøkur, sum høvdu gott arbeiði, mistu tað ? og mistu harvið alt sum tey áttu. Tey rýmdu av landinum. Er tað eitt gott samfelag, sum fer soleiðis við børnum sínum?
Men nú eru nøkur ár farin síðan kreppan byrjaði, og vit kunnu takka skaparanum fyri, at Hann gav okkum nógvan fisk. Politikararnir rósa sær og siga, at teir hava vent gongdini, ? og lat teir bara tað. Tað sigur eitt sindur um teirra fatan av støðuni!
Nú hava vit vant okkum við, at nøkur hava arbeiði ? og hava ov mikið at gera, meðan onnur einki arbeiði hava, og tí hava ov lítið at liva av. Er tað eitt gott samfelag, har nøkur túsund fólk eru flýdd av landinum, har partar av landinum liggja í vinnuloysi, og har partar av fólkinum einki arbeiði hava?
Eru vit nøgd við støðuna? Tað kann ikki bera til, at vit góðtaka hesa støðuna!
Úrslitið, sum vit nú síggja, er hetta, at vit hava fingið eitt stættasamfelag, har vit stórt sæð hava tríggjar flokkar:
1. flokkur: tey, sum hava gott og »trygt« arbeiði (hesi liva næstan sum í 80-unum),
2. flokkur: tey, sum hava arbeiði av og á (hesi royna at klára seg við tí lítla, tey hava, ? og vóna at tíðirnar vera betri),
3. flokkur: og tey, sum einki arbeiði hava (stórur partur av hesum hevur mist vónina um at fáa arbeiði).
Hetta er ein ræðandi gongd! Øll, sum stilla upp til løgtingsvalið hesaferð, eiga at seta sær fyri at gera nakað við hetta! Politikararnir eiga at gera tað, sum gerast kann, fyri at broyta hesa gongdina!
Men hetta er ikki bert ein almennur trupulleiki. Vit eiga øll at gera tað vit kunnu! Tað ber ikki til at vit lata eitt heilt ættarlið fara fyri skeytið.
Vit eiga at skapa eitt meira menniskjansligt samfelag! Og tað gera vit bert við at velja politikarar, sum seta menniskjaligu virðini fremst!
Pengar skulu til, men eitt gott samfelag er ikki bert krónur og oyru!
Álvur Kirke,
Miðflokkurin