Hvat er hetta fyri nakað?

VIÐMERKING TIL ÓLA HEINESEN, STJÓRA Á TOLL- OG SKATTSTOVU FØROYA:

Gunnleivur Dalsgarð
Formaður í Starvsmannafelagnum
????????????????????????????


Tað eru ikki smávegis tíðindir, ið stjórin á Toll- og skattstovu Føroya, Óli Heinesen, kemur við um eftirstøður av 10tals milliónum i MVG og manglandi innkrevjingarmøguleika og - vilja at fáa hendan útistandandi pening í kassan.
Men innkrevjingini hevur fyri nøkrum árum síðani eisini verið á breddanum og tað skortaði ikki uppá ávaringar um at hetta fór at verða gongdin, men leiðslan valdi heldur enn at menna og útbyggja innkrevjingina, at senda starvsfólk til hús og mestsum avmontera deildina tá, í eini meinings- og viljaleysari herferð, sum fyrst og fremst hevði til endamáls, at verja eina leiðslu og fáa eina leiðslukabalu at ganga upp. Starvsfólk og deild vórðu offraði í hesum ódámliga "spæli"!
At innkrevjingini hevur havt og hevur dugnalig starvsfólk, er ongin ivi um, so tað er ikki har trupuleikin skal vendast ímóti.
Mín spurningur til Óla Heinesen og Fíggjarmálaráðið er tí fyrst og fremst:
Hví var so umráðandi fyri nøkrum árum síðani at fara undir eina herferð, at syndra eina vælvirkandi innkrevjing og senda fólk til hús, vælvitandi um at her var ovmikið at tríva í og fáa uppá pláss, við innkrevj-ingarfólkum, sum vistu og dugdu sítt arbeiði til fullnar?
Løgið um ikki onkur, helst fleiri í ovastu leisluni á Toll- og Skatt og Fíggjarmálaráðnum, nú eiga at hava ringan smakk í munninum, um tað herferð, sum tá varð víst móti deildini og ikki minnst starsvfólkunum!
Nú at fáa at vita, at allar hesar milliónirnar "standa úti", er beinleiðis skakandi. Vit brúkarar av tænastunum hava goldið hesum fyritøkum í dýrum dómum hetta sama MVGið. At tað skal bera til, at fyritøkur kunnu "leggjast á" hendan pening, uttan at hetta fær fylgir fyri tær frá myndugleikunum, sum vara av, at lógir og reglur verða hildnar, er ófatuligt og kann als ikki góðtakast.
Tað minnsta kravið, frá okkum sum borgarar og sum hava goldið hesum fyritøkum meirvirðisgjaldið, er, at vit fáa at vita hvørjar hesar fyritøkur eru, sum ikki halda sínar skyldur mótvegis landskassanum, soleiðis at vit fáa møguleika, at sálda tær frá, tá vit hava brúk fyri at keypa okkum eina tænastu ella vøru. Men høvuðskravið er tó sjálvsagt, at myndugleikarnir skipa so fyri og nýta ta neyðuga orkuna, sum skal til, fyri at hetta kann steðgast og ikki sleppur at halda fram. So stuttligt er tað nú ikki at gjalda MVGið, at vit hava hug at gjalda hetta tvær ferðir!
Her er nógv at tríva í, hjá teimum, sum hava leiðsluna í hesi landi!