Hvat er ríkisfelagsskapurin

Tað er nógv sagt og skrivað, síðan henda samgongan stakk út í kortið og við støði í samgonguskjalinum, setti sær sum eitt av sínum aðalmálum at fáa alt vald heim til Føroya, og við hesum tvinna tvey hugtøk saman ? nevniliga samanspælið millum avgerðir og ábyrgd.

 

Áki Andreasen

Argir



Tað er nógv sagt og skrivað, síðan henda samgongan stakk út í kortið og við støði í samgonguskjalinum, setti sær sum eitt av sínum aðalmálum at fáa alt vald heim til Føroya, og við hesum tvinna tvey hugtøk saman ? nevniliga samanspælið millum avgerðir og ábyrgd. Tað hevur fram til dagin í dag verið rættiliga ógreitt, hvar avgerðarrætturin hevur verið í einstøkum málum, og ábyrgdarkenslan hjá teimum, sum mangan hava tikið avgerðirnar, man mangan hava verið so sum so.

Politiska, og herundir eisini ríkisrættarliga skipan okkara, hevur ikki evnað at skapt ábyrgdarfullar politikarar, og tá meini eg ikki nakað persónligt við tað ? hatta er bara veruleikin, frágreiðingin um áttatiárini stendur sum klettapróvfast tilfar um hetta. Alt tos um at tíðirnar vóru ikki sum í dag kann bara metast at vera royndir at fjala veruleikan.

Eitt, sum hevur verið ein gjøgnumgangandi tráður í fullveldiskjakinum er »ríkisfelagsskapurin« og hvat hesin inniber í sambandinum millum Føroyar og Danmark. Tað eru tey, sum meta at alt tað føroyska samfelagið hvílir í hesum »felagsskapinum« og hesin tryggjar okkum, at hungur og hall verður hildið frá durunum.

Blokkstuðulin úr statskassanum hevur ósvitaliga verið tengdur upp í »ríkisfelagsskapin«. Tað er jú rættiliga nærliggjandi at hugsa, at blokkurin og »ríkisfelagsskapurin« skuldu gingið hond í hond, men samráðingarnar við donsku stjórnina hava víst nakað annað.

Hesar samráðingarnar hava avdúkað so sera nógv í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Ein av teimum hugvekjandi avdúkingunum er, at blokkurin er eingin sjálvfylgja, hóast Føroyar og Danmark framhaldandi verða í ríkisfelagsskapi saman í allar ævir?

Klokkuklár ábending um hetta sama var, tá danskur ráðharri í tíðindasending hjá rásini TV2 var frammi og kunngjørdi greitt, at tað var upp á tíðina at »hugt« varð at blokkstuðlinum til Føroya, nú ein skattalætti var í uppskoti frá Fíggjarmálastýrinum. Eingin eigur heldur at ivast í, at álvara liggur aftan fyri hesa viðmerking og hetta kom sum áður nevnt eisini greitt fram undir samráðingunum millum partarnar. Eitt rættiliga klárt dømi um, at politisku støðutakanirnar,kunnu fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Hetta skuldi fingið onkrar afturhaldsklokkur at ringt?

Afturhaldið hevur havt ilt við at svølgja hesa avdúking, og her hevur man so valt at trúgva donskum myndugleikum og politikarum, sum gjøgnum privatar telefonsamrøður hava avnoktað at hetta er sagt við samráðingarborðið, hóast føroysku umboðini gjørdu greitt, at at minka og helst avtaka blokkstuðulin var frammarlaga í ætlanunum hjá stjórnini, sjálvt um ríkisfelagsskapurin helt fram ella ikki.

Serliga sambandsmenn hava nýtt nógva orku uppá at roynt at sannført hvørt mansbarn um, at »ríkisfelagsskapurin« er so sera nógv annað enn krónur og oyru, ført hevur verið fram, at mentanarligu og familjubondini millum Føroyar og Danmark eru stórur partur av hesum felagsskapi, men hvør hevur sagt tað, at hetta ikki kann halda fram, bara tí at vit her í Føroyum vilja hava avgerðarrættin yvir okkara egna landi?

Men vit onnur, sum eru sannførd um, at danir ikki framhaldandi fara at senda pening til Føroya, hóast tann sokallaði »ríkisfelagsskapurin« heldur fram ella ikki, so stendur tað greitt fyri okkum, at tann dag tá danir fara at avvikla blokkin fyri okkum, tá fáa vit so slettis onga ávirkan á, hvussu hetta skal gerast, tá eru vit aftur í tí líknandi støðu, sum vit vóru í, tá føroyska samfelagið bleiv sett undir umsiting fyrst í nítiárunum ? og ta gongdina kenna vit alt til.

Út frá øllum hesum er tað so serstakliga týdningarmikið, at vit sum føroyingar gera okkum greitt, hvat tað er, sum liggur fyri framman og leggja gamalt agg á hillina. Skulu vit hava tað sitandi á okkum, at vit ikki kunnu viðurkennast sum tjóð? Skulu vit lata avgerðarrættin gleppa okkum av hondum, og endaliga leggja okkum undir danska veingjabreiðið? Skulu vit fyri umheiminum melda út, at vit avreiða okkara land til donsku stjórnina at umsita?

Vit vita hvørjar møguleikar danska grundlógin tillutar okkum, eru vit nøgd við tað? Vit vita somuleiðis, at danska stjórnin til eina og hvørja tíð kann blokkera einum ynski um veruligar samráðingar, tað hava vit verið vitni til, har stjórnin ferð eftir ferð fann upp á nýggj »viðurskifti«, sum blokeraðu fyri einari sunnari samráðingarloysn, og ikki helt gjørdar avtalur.

Ella skulu vit verða við til at stinga út í kortið, hvussu okkara samfelag skal skipast? Skulu vit verða við til at mynda tann politikkin, sum skal til fyri at fáa fult vald yvir okkara landi? Skulu vit umsita okkara land og harvið tey virði, sum liggja í hesum yvir fyri útheiminum? Skulu vit, sum her búgva, virka fyri at samfelagsskipanin til fulnar verður føroysk og tillagað til føroysk viðurskifti? Skulu vit taka av tí tilboðnum, at tað verða ættarlið av føroyingum, sum tvinnað saman tvey grundleggjandi hugtøk, nevniliga avgerð og ábyrgd, tvey hugtøk, sum hava verið atskild í føroyskum politikki síðan heimastýrislógin bleiv uppfunnin.

Hetta eru bara nakrir av spurningunum, sum stinga seg upp, tá talan er um framtíðarstøðu Føroya, og hetta eru ikki hissini avgerðir.

Tá vit hava tað í huganum, at blokkurin verður eitt evni, sum verður tikið upp, óansæð um vit samráðast við fullveldi sum endamáli ella ikki, og tá tað er ein sannroynd, at »ríkisfelagsskapurin« bert er krónur og oyru, hvat stendur tá eftir, um vit velja afturhald í staðin fyri framburð? Jú, tá er bara ein »ríkisfelagsskapur« við einari heimastýrislóg, sum bindur okkum á hond og fót, við einum blokki, sum verður minkaður eftir donskum treytum ? fyri endaliga at verða burtur. Og framvegis tá sum nú sita danskir myndugleikar við buktini og báðum endunum tá talan er um okkara landi?

Hetta er tað ítøkiliga alternativið til fullveldispolitikkin hjá samgonguni.