Havi higartil livað í tí trúgv, at konsensus í flogvallamálinum var, at 3 alternativir møguleikar fyri framtíðar flogvølli skuldu kannast til botns nevnliga Skorðhæddin, Glyvursnes og Søltuvík. Úrslitini skuldu so kunngerast, og tað staðið sum var best egnað og hevði flestu fyrimunirnar sigraði.
Tíverri havi eg ikki hoyrt grundgevingarnar frá Bjarna Djurholm fyri at sleppa ætlanunum á Skorðhæddini endaliga. Siti við nøkrum spurningum, sum eg vóni at vinnumálaráðharrin svarar í bløðunum, tí seinasta freist at seta munnligar spurningar í Løgtinginum er farin.
1.Hvørjar nýggjar, víttfevndar og nágreinligar kanningar hevur Bjarni Djurholm sett í verk á og rundanum Skorðhæddina. Hvat vísa hesar og hvat hava tær kostað?
2.Sama spurning viðvíkjandi Glyvursnesi og Søltuvík ?
3.Hvat gjørdi, at flogvallamøguleikin í Suðureysturoy endaliga bleiv sleptur ?
4.Skorðhæddin liggur í Nes kommunu. Hvat samskifti hevur verið við Nes kommuna umframt hinar grannakommunurnar kring fjørðin í samband við kanningarnar, og eru tær kunnaðar um úrslitið?
5.Stendur samgongan aftan fyri niðurstøðuna hjá landsstýrismanninum?
Seinasta fráboðaða ætlanin frá landsmyndugleikunum fyri Suður Eysturoy, var ein brúgv tvørtur um innsiglingina til Skálafjørðin. Hetta hóast Nes, Runavíkar og Sjóvar kommuna í felag arbeiddu við eini tunnilsloysn, ið skuldi fremjast uttan kostnað fyri landið; ynski um brúgv er ikki komið frá fjarðbúgvum.
Um risa verkætlanin at sambinda Suðurstreym og Suðureysturoy við einum undirsjóvartunnli eydnast, verður nógv avlopstilfar, ið kundi verðið nýtt til ger av flogvølli. Loysnirnar mugu vit finna í felag, og staðbundnu myndugleikarnir eiga at takast við í størri mun, enn talan hevur verið um higartil.