Kári Hansen
keypm. á Strondum
Nú um dagarnar hevur verið greinarøð í bløðunum, fyribils partur 1. og 2. skrivað av Eivind Jacobsen um framtíðarætlanirnar hjá Smyril Line.
Hetta er alt skrivað í vanligum "Eivind stíli", eg haldi, eg meti o.s.fr.
Fyri tað fyrsta, so er ikki eitt einasta menniskja, ið hevur nakran áhuga fyri, hvat Eivind heldur og meinar.
Fyri tað næsta, so er hetta tann gamla søgan umaftur, har ein løðir, meðan ein annar skjýtur. Hvør ið løðir skal tað lítil fantasi at hugsa sær. Hevur man so ein hentan býttling, sum skjútta, so kann úrslitið blíva ein greinarøð sum henda omanfyrinevnda.
Danir siga, at man ikki skal sláa eitt størri breyð upp, enn man klárar at baka. Tað kann væl vera at hetta breyðið er í størra lagi, men tað veit so ongin fyrr enn nøkur ár eru fráliðin.
Vit hava tíbetur enn fólk í Føroyum sum tora at váða nakað. Hvussu ofta hava tað ikki verið projekt, har rist hevur verið uppá høvdið og sum alíkavæl hava klárað seg ??
Føroya land tørvar slík fólk við intiativi. - Eins væl og vit eru góð Atlantic Airways, eiga vit eisini at vera góð við Norrønu.
Hóast tað ikki bara eru føringar ið ferðast við Norrønu, so rokni eg við at tað ger ein góðan mun, at vit føringar sláa ring um Norrønu og ferðast á føroyskum kjøli.
Vit fara eisini at seta nakrar krónur í skipið afturat, - eru vit nóg nógv, so ger tað eisini mun.
Eg haldi at tað var rætt av landsstýrinum ikki at játta veðhald, men haldi at Landsstýrið skuldi sett tær 25 mió. í felagið, havandi í huga teir risastóru ringvirkningar ið skipið hevur á alt samfelagið.
Í ringasta føri, at partapeningurin verður mistur, so eru tær 25 mió langt síðani innafturkomnar í samfelagið.
Hetta kundi væl verið hentastu krónur, ið hetta øðrvitislandsstýrið, vit nú hava havt, hevur latið út.
Hvat ætlar so Eivind, - ja, tað eru mangir leikir í longum talvi og Eivind er gamal telvari.
Sambandsbygdin Strendur, hevur ikki havt nakran atkvøðuslúkara, til tey seinastu valini, Guð viti um øll henda blaðskriving og sjónvarpsviðmerkingar er eitt slag av, at "leggja í ovnin" til næsta val. Haldi bara, at er onki frægara vælevni at finna, enn hesin sjálvklóki maður, so fer atkvøðan eisini næstuferð til formannin.
P.S.: Tá eg nevni at vit mugu stuðla Norrønu og øðrum føroyskum fyritøkum eftir førimuni, so rokni eg við, at tað vera fleiri við mær, ið umhugsa hvaðani málingin næstu ferð, skal keypast, - ella kanska rættari ikki keypast....