Hvat ger FSF nú?

Formula-kappingin, sjónleikarar, sjónbandaupptøkur og præcedens

Árni Vang, Tórshavn

Ja so byrjaði Formula-kappingin 2. páskadag. Nógv høvdu glett seg, at fótbólturin aftur fór á rull, og 1. umfar gav okkum nøkur yvirraskilsir. Fyri onkran jalig meðan fyri onnur neilig, men fyri meg var tað serliga tvær støður, ið skuffaðu meg sera nógv. Eg rokni heldur ikki við at stjórarnir á Stiðjagøtu vóru so glaðir fyri at síggja at teir ikki bert høvdu skrivað undir sponsor-sáttmála við FSF, men eisini eisini Tjóðpall Føroya. Hvat meini eg við? Ja her hugsi eg um dystin millum GÍ og EB/STR og B36 og NSÍ.
Hvat leikarin hjá EB/STR og leikarin hjá B36 hugsaðu, er ikki lætt at vita, men mær vitandi havi eg ongantíð vita um, at fótbóltsleikarar nýta fótbóltin sum eitt ?springbretti" til Hollywood. Men tað vil eg nú ikki vóna at teir báðir leikarnir royna, og tit vita báðir hvørjir tit eru, tí so rokni eg bert við at teir fáa leiklut í onkrum ?farce" filmi. Ja, so ússaligt var tað at síggja teir á vøllinum, og sjálvur haldi eg, at tit báðir skuldu skammað tykkum, og eg eri sera glaður fyri at SvF vísir hasar báðar støðurnar, tí so vita vit, og dómarnir, hvat vit kunnu vænta av tykkum á einum fótbóltsvølli.

Kanska burdu leikarnir báðir komnir í næsta 3-2 og greitt okkum frá, hvar skaðin er, og hvussu ringt teir hava havt við at vant hesa vikuna. Tað sá nú sera álvarsligt út á 3-2

Hvat fer FSF at gera við teir báðar leikarnar? Bjarki Mohr hevur verið ein av forsprákarum at brúka sjónbandaupptøkur, um illgruni er um nakað er farið fram, ið ikki skal. Her er so møguleikin FSF og Bjarki. Eisini at seta PRÆCEDENS (komi aftur til tað seinni, hví eg brúki orðið PRÆCEDENS)

Tá ið Bjarki Mohr kom í FSF, so legði hann nøkur kort á borði, og sjálvur var eg sera glaður fyri at hoyra at onkur tordi at seta seg ímóti teimum ?stóru" í lítla fótbólts-Føroyum. Gott at nýggjar kreftir koma í FSF og seta nøkur ?ting uppá pláss". Eitt heraklapp til tín Bjarki.

MEN!!!
Í kvøld, mikukvøld 30. apríl, las eg í Sosialinum og Dimmalætting um at KÍ og B36 hava nýtt ólógligar leikarar. Hvat er so responsurin hjá FSF? Ja Bjarki Mohr sigur at feløgini hava gjørt eitt umsitingarligt mistak og skulu revsast umsitingarliga. Tað má nok verða ein bót. Men at geva B36 og KÍ eina bót er láturligt. Tey bæði feløgini, við HB, hava so nógv tað størsta fíggjarliga baklandi her í Føroyum. Tað er tað sama sum at geva Chelsea eina bót á 1 millión, fyri hvat Mourinho hevur sagt um Anders Frisk. Sjálvandi eisini láturligt. Kundi hugsa mær at bótin til KÍ og B36 verður uml. 10.000 Tað kundi ikki frøtt tey bæði feløgini meir at sloppi so lætt.

At revsa feløgini við einari bót er einki annað enn sera niðurgerandi fyri Skála og Fram, og fótbólts-føroyum sum heild. Hvat høvdu B36 og KÍ sagt um Skála og Fram høvdu nýtt ólógligar leikarar og vunnið dystirnar? Høvdu tey góðtikið at FSF bara revsaði tey við eini bót? Nei, tað rokni eg ikki við at nakar her í Føroyum trýr uppá, ei heldur viðhaldsfólk hjá KÍ og B36.

Stuttligt at vita hvat Norðlýsið skrivar um hettar. Eingin ivi í at Norðlýsið fer at krevja at KÍ skal koyrast úr steypakappingini. Rokni eisini við at í næstu leikskrá hjá B36 fer uttan iva standa eitt krav um at felagið fer úr steypakappingini

Men aftur til orði PRÆCEDENS.
Tað orðið brúkti Bjarki Mohr í Sosialinum í kvøld. Men hevur tú hugsa um at tú kanska setur præcedens fyri at feløgini ikki fara at fáa pappírini á pláss, tí tey kunnu bara ?gloyma tað"?

Nei brúka nú præcedens á tann rætta háttin og gev fótbólts-føroyum greið boð at spælaraloyvi skulu vera á pláss. Hvørki KÍ ella B36, heldur nakað annað felag í Føroyum, hava nakran umskylning fyri hesum, tí hesi feløgini hava skriva sáttmálar við leikarar, og leikarar hava flutt úr øðrum feløgum til hesi feløg í fleiri ár. Tey kenna mannagongdina FSF!!!

Ja hvat fer so FSF nú at gera? Ja tað eri eg sera spentur at vita. Tað kann nú vera at nýggju kreftirnar í FSF fara at vísa feløgum at tað eru komnir ?aðrir bollar í suppuna", og óskil, ja tað er einki annað enn amatør-óskil í tí KÍ og B36 hava gjørt, als ikki verður góðtikið.

Grein 13 til 16 í lógum FSF´s stendur heilt greitt at øll pappírir skulu vera í lagið. Eisini segði Bjarki Mohr at UEFA onkuntíð hevði givið feløgum bót, um tað sama var hent har. Tað hevði hann so frætt. Men Sosialurin hevði tosað við pressustjóran hjá UEFA, Frits Ahlstrøm, og har var støðan greið. Eru pappírini ikki í lagið, so tapir liðið dystin 3-0. Og vit vilja líkjast teimum ?stóru" tá tað kemur til fótbólt. Størri enn UEFA verður tað so ikki FSF!!!

Eg ivist onga løtu í at leikarnir hjá B36 og KÍ ikki hava vita at loyvini ikki vóru komin á pláss, men tað hevur einki við sakina at gera. Set nú præcedens FSF, men tann rætta vegin.

Til Terja Nielsen á Sosialinum. Dámdi væl at tú hevði gjørt nakað við hettar mál, og eisini tosa við UEFA, men hvat við at tosa við ein Fram leikara? Heðin á Lakjuni fer sjálvandi aldrin at siga at KÍ skal koyrast úr kappingini. Tað hevði eg sjálvur ikki gjørt um eg stóð í hansara støðu.

Nú verður eisini stuttligt at vita hvat Skála og Fram fara at gera við hettar. Míni ráð eru at tit skulu gera alt fyri at lógirnar verða fylgdar, og bara tí at tað eru ?risar" í føroyskum fótbólti, so skulu tit ikki lata tykkum lynda við at tað bert var ein umsitingarligur feilur, og tí skal tað revsast við bót. Tað er ikki fýrakanta at krevja at tit vinna dystirnar.

Set PRÆCEDENS bæði tá tað kemur til sjónleikarar og fusk/líkasæla tá tað kemur til at hava øll loyvir á pláss!!!