Hvat gera okkara politikarar, sum er positivt?

Eg havi tað við politikarum, sum við eini gamlari vittigheit. Vittigheitin er um ein mann, har alt er negativt og tað einasta, sum er positivt, er hansara hiv test. Henda vittigheitin hevur tveir paralellir til okkara politikarar, tí tað er ótrúliga torført at finna fram til nakað positivt frá teirra síðu, umframt at teir í nógvum førum føra seg fram sum vittigheitir.

Eg havi roynt at lagt høvdið í blot viðvíkjandi, hvat politikararnir í Føroyum hava avrikað seinastu tíðina. Niðanfyri havi eg gjørt ein lista yvir ”avrikini”, sum eg havi fest meg við.

1) Hoyvíkssáttmálin, sum hvørki kann brúkast til eitt ella annað.

2) John Johannesen og Annika Olsen lovaðu tónleikinum betri kor, hóast onki er hent.

3) Á valfundi í SVF lovaði Jørgen Nclassen, at skúlin á Trøðni skuldi fáa ein nýggjan svimjihyl.

4) Ein væl gjøgnumhugsað rundstykkjalóg varð løgd fram.

5) Ein fantastiskur undirsjóvartunnul leggur Føroyar lamið í næstan eitt ár.

6) Tobbi var so óheppin, at hann datt um ein stein og á leiðini endaði ein joint av óvart í munnklovanum. Eitt var so heilt sikkurt, at tað var ikki við vilja, at Tobbi hevði roykt hash.

7) Karsten Hansen roynir at minka blokkin við 185 milliónum, samstundis sum hann absolut ongan møguleika sá fyri at geva pensionistunum meir pengar... pluss at kreppa var ávegis.

8) Uppskot til at bryggja sterkt bleiv felt, hóast loyvt er at keypa sterkt. Nakar, sum veit hvat henda diagnosan kallast?

9) Ein ávísur maður fær nýggja karrieru sum lásasmiðjur.

10) Fíggjarmálaráðharrin drekkur seg skít í Íslandi.

11) Politikarar renna avstað við møblum, heldur enn at geva teir til t.d. ALV.

12) Tað er onki problem at donera milliónir til Smyril Line, samstundis sum kreppa er væl ávegis í Føroyum.

13) Tað er heldur onki problem at donera 300 milliónir til Íslands, samstundis sum kreppa er væl ávegis.

14) Bill roynir at avskaffa talufrælsið, samstundis sum hann verður høvuðsorsøkin til at hash fær nógva meir umtalu/reklamu í fjølmiðlunum.

15) Anfinn Kallsberg úttalar seg ógvuliga intelligent um "akademikarar í Havn". Hvat skal mann eisini við akademikarum sum Albert Einstein, Karl Marx, Isaac Newton osfr?

16) Tingfólkið fer tíðliga til hús, tí tey skulu avheinta børn.

17) Lata íslendarar yvirtaka okkara arbeiðsvirksemi og harvið gera tað eyka trupult at fáa tingini at mala runt.

18) 10. min. av eini ENDURSENDING fáa alt landið upp á gos! Og enn einaferð regnar tað svávul yvir paradísið Føroyar. Hetta fær somuleiðis 26 tingfólk at savna undirskriftir saman og mótmæla, hóast minus á fíggjarlógini setur dagsskránna. Prioriteringarnar vísa enn einaferð, at har er skil á.

19) Spara útbúgving til framtíðina, tí kreppa er.

20) Byggja tunlar, tí kreppa er.

21) Skerja dagtilhald til pensjonistar, men savna undirskriftir til eina endursending fyri pensjonistar.

22) Johan Dahl proklamerar, at hann hevur verðins lættasta starv og nevnir m.a., hvussu lítlan innsats starvið krevur og hvussu nógva frítíð hann hevur. Hetta sigur hann, hóast landið hevur fúlt minus á fíggjarlógini. Kanska blandar Johan við hugtakið: ”at taka sær av løttum”. Hví kunnu øll ikki hava sama eldhuga og entusiasmuna?

23) Tjóðveldi hevur ferð eftir ferð víst, at konsekvensir fyri samfelagið eru sekundert, bara teir fáa (út)loysing. Og onkursvegna hava øll í flokkinum ein Nostradamus í búkinum, tí tey hava merkiliga góð evni at spáa um framtíðina. Og teir tosa gud hjálpi tú mær enn um flaggið, føroyska málið og fólkaatkvøðuna. Tað er ca. tað sama sum at fólk enn romantisera DOS skipanina, framum Windows... kom víðari! Her hevur trúgv meir at siga enn fakta, og er mann ikki samdur við tjóðveldi, so er mann pessimist, konservativur, ábyrgdarleysur, grenj, mammudrongur og blablabla.

24) Sambandsflokkurin er lítið frægari.Teir vilja ikki hava nakrar sum helst broytingar, men dúva hinvegin upp á fortíðina og tilbiðja status quo. Tað riggar fínt sum tað er, hví skulu vit broyta nakað? Vit hava ongan tørv á at menna okkara land tralalala. Kanska ikki so merkiligt, at Johan Dahl sigur hetta vera verðins lættasta starv. Har er ongin visjón av nøkrum slag, men heldur hevur blackmail via ríkisfelagsskapin nógv meir at siga. Einasta visjónin, sum eg dugi at fáa eyga á, er, at teir vilja kjakast um ES, men hetta hava teir sagt í áratíggju, so langa tíð kann eitt ES kjak ikki taka.

... og nú hava vit eitt hall upp á hálva milliard og politikararnir gera akkurát onki fyri at betra um støðuna. Mann kann siga nógv um Ísland, men á hesum økinum er íslendska fólkið ljósár framman fyri Føroyar. Hasir politikarnir høvdu so ikki fingið frið í Íslandi! Umframt, at politikararnir í Íslandi byrjaðu við at skera av teirra egnu útreiðslum, tá kreppan kom, men um vit skulu gera tað sama í Føroyum, so merkir hetta jú, at tað fer at ganga útyvir verðins lættasta starv… uha uha… åh det horror! Nei, á hasum økinum hava sjálvt maðkar meir rygg.

Vælvitandi um, at tað onga meining gevur at skriva hetta lesarabrævið, tí minnið er sum hjá einum gullfiski, men eg geri eina roynd hóast alt. Hvat við at droppa loysing, samband og Jesus eina løtu og fokusera upp á veruligu trupulleikarnar? Hvat við at skapa betri kor fyri vinnurnar, venda hall til vinning á fíggjarlógini, geva teimum eldru virilig kor, gera okkurt við at sjúkrahúsið er undirmannað, óskilið viðvíkjandi fróðskaparsetrinum, mentan osv.?