Hvat hendi við Ljósinum?

- viðferðin Ljósið fekk, bert ein endurspegling av óskilinum, sum valdar á Vaglinum mótvegis borgararættindum og virðingini fyri egnum reiðiligum arbeiði.

Vit hava uml. 700 limir, leiga 7 ymisk støð í Havn og krevja minimum 52 hallartímar! Halda tit tað telur nakað í býráðshøpi? Ikki petti, skal eg heilsa og siga! Tað eru tvær vikur síðan Ljósið frá degi til annan stóð á gøtuni við sínum kappingarfimleiki, hóast øll á býráðnum, sum taka avgerðir í hesum máli vita (ella, eiga at vita, um tey gera sítt arbeiði reiðiliga), at vit onga aðrastaðni hava at vera. Nøkur av somu (poker-)andlitum, sótu vit á fundi saman við stutt fyri jól, har vanbýtið okkara var sannkent, og sjálvandi skuldu vit hava grundstykki at byggja høll á, tí vit høvdu so serligan tørv. Ja, serligan tørv! Blivu raðfest á gøtuna, og í nýggjársgávu fingu vit fótin so logandi...

Hvat hevur býráðið gjørt?
Eins og øll hesi flóvisligu, illa úr hondum greiddu byggimálini runt um allan býin (Vallalíð, Dalakrókur, Kommunuskúlin, uppi við Ternubúðina fyri at nevna okkurt, har býráðið liggur í klandri, hevur goldið endurgjaldskrav ella liggur í sak) so tykist einki fáa fylgjur fyri nakran, og heldur eingin er so ærukærur, at hann átekur sær ábyrgdina, ella í minsta lagi ger tekin til at umganga sama brølara einaferð afturat.
Heðin Mortensen slapp at siga í SVF, at tað var synd í okkum, og hatta høvdu vit ikki fortjent. Ja, og hvat so, skulu vit so øll fáa ein Kleenex-pakka í part? Jan Christiansen segði við ÚF, at teir arbeiddu við at finna okkum tímar? Og mánin er av grønum osti! Býráðið hevur slept vindinum, og vit standa eftir í vemmiliga roykinum. Hatta málið, alt sum tað er, hevur verið okkara høvuðpína (freistist at hugsa, teir einki hava at hava slíka pínu í), og tað er ikki sum at siga tað at seta venjingarskrá saman av nýggjum. Vit hava ringt til Per og Pól og hvønn Hanus og Janus at flikka okkurt saman, ið líkist onkrum at seta ístaðin. Vikuskiftisvenjingar eru nú vorðnar álitið, og liggja vit og rankast millum Hoyvík, badmintonhøllina, Stórheygg og nonnuskúlan. Mitt í viku royna vit at halda venjingina við líka í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, ið als ikki hóskar til okkara tørv. Venjarar, lærarar og pedagogar o.o., ið fáast við venjing og innlæring, halda, tað vera logikk fyri búrhøsn, at tá tú skal læra nakað nýtt og kappast, krevst eitt regluligt skifti millum miðvísa venjing, endurtøkur og hvíld, men á Vaglinum tykjast tey annaðhvørt ikki hava skilt tað, tá tey bjóða okkum nakrar skallutar tímar leygardagar í Hoyvíkarhøllini fyri 14 vikuligar tímar í Eysturskúlanum, - ella eisini er tað teimum fullkomiliga líkamikið! Og tað er nokk tað síðsta tíverri, ið ger seg galdandi, - fimleikur fyri børn, gentubørn tit vita! Tær skulu vera glaðar fyri alt, - og ikki talan um at seta krøv. Ein miðaldarligur hugburður, men kortini ikki so fjarur í okkara so framkomna (?) samfelag

Konufólk fyri vanbýti
Tit halda kanska, vit síggja trøll á alljósum degi, tá vit kæra um mannamun vegna kyn, men hví hevur Flogbóltsfelagið Fram, við einans tveimum virknum mansliðum, vikur frammanundan havt brævaskiftið við Býráðið um umvælingina av Eysturskúlanum og ikki vit? Hvør er frágreiðingin? Vit hava eisini fingið ein teldupost, har tað stendur, at so skjótt KÍF fer úr Hoyvík, skal Fram sleppa inn. Til lukku við tí, Fram, gott hjá tykkum! Men hvør er frágreiðingin til tað? Er tað tí, at vit hava 700 virknar limir og teir einar 30? Ella er tað tí, teir eru vaksnir menn, og at kalla allir okkara limir eru gentur/ungar kvinnur? Um orsøkin, er, at tað munar so lítið at geva okkum nakrar tímar afturat, tí vit hava so stóran tørv, hví í ólukkan taka tit so tað sindrið, vit hava, frá okkum? Høvdu tit av illum latið okkum fingið frið..... Og skilja tit so ikki enn, at tørvur ER á eini fimleikahøll? Ella skal tað ikki vera pláss fyri fimleiki í høvuðsstaðnum? Hvat ætla tit? Er tað fragd at svæva okkum spakuliga?

Láturligar umberingarnar og frágreiðingar
Høvdu fólk vitað kommersið vikuna eftir, vit fingu skjól undir bláloftum (!). Allir møguligir ringdu og søgdu, hvør hevði skuldina av hesum og hasum, - vit fingu enntá prosentbýtið, HA, HA! Hvat skulu vit brúka tað til? Halda tit seriurnar fara í mønuna av tí? Ella kondisjón og konsentrasjón betrast? Og at hoyra, at býráðið er so stórt, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger, fær okkum at yppa akslar: Vit klára at reka eitt felag við 700 limum skotnir sum høgl um tann heila bý uttan felagshøli og telduskipan, og tit hava fast arbeiðspláss undir at kalla somu lon og hava teldusamband v.m. og vita ikki, hvat fyriferst í einum radius av 150m?! Man tað ikki heilt einfalt bara standa og falla við vantandi vilja og virðing fyri okkum?
Men vita tit hvat? Tit eru hjartaliga vælkomnir at gera fimleik í Ljósinum, - vit gera ikki annað enn at ganga í takt, ko-ordinera og samstarva; og fram um alt, so raðfesta vit ongan út á gøtuna. Tit gera ikki framsýningarfimleik, so okkurt høli og leiðara skulu vit nokk finna, men seinni mugu tit rokna við at verða integreraðir við onnur lið, tí umframt nýggjar avbjóðingar, víðkar tað sjónarringin, styrkir tollyndi og er sosialt ríkandi.

Við sannføring um, at tað er so vánaligt, at tað bara gerst betur.

P.S. Tað iróniska við hasi altumráðandi umvælingini í Eysturskúlanum er, hava vit frætt, at arbeiðið neyvan verður liðugt til próvtøkuna í mei, tí tað vísir seg at vera meira umfatandi; men tað er eingin trupulleiki fyri Eysturskúlan, tí tá eru hand- og flogbóltskappingarnar lidnar, og tískil ikki so torført at fáa tímar sum nú hjá okkum.