Tey útlendsku tíðindafólkini fingu tað tey komu eftir. Ein av teimum ræðandi føroyingunum, sum donsku bløðini hava skrivað um seinastu dagarnar.
Bæði sjónvarpsfólk og blaðfólk tustu saman um henda mann sum hevði dittað sær at siga, at Nyrup var verri enn Hitler.
Við ein danskan sjónvarpsmann segði Zakarias Wang:
- Vit hava skrivað til Nyrup, at hann var hjartaliga vælkomin til Føroya um hann vildi geva okkum tey boð, at vit kundu fáa okkara frælsi frá Danmark.
- Men vildi hann ikki geva okkum hetta lyftið, so var hann ikki vælkomin.
Hvat hendur so nú, tá tit hava handað yvirlýsingina?
- So kann hann fara heim og skamma seg. Tí tað hann hevur gjørt, er eitt lógarbrot.
- Í talu míni samanlíknaði eg Nyrup við Hitler. Hitler var hóast alt so mikið at sær komin, at hann fór ikki til Noregs at vitja Quisling.
Er tað tykkara støða um Poul Nyrup Rasmussen?
- Ja, sjálvandi, og vit meina hvørt einasta orð, av tí, vit siga.
Stutt eftir hetta, kom forsætisráðharrin út og tók í móti yvirlýsingini. Meðan veðurgudarnir vístu, hvat teir dugdu, og regnið oysti niður, kundi onkur í mannamúgvuni ikki bara sær og rópti:
- Svín.
Vanvirdi tjóðsangin
Nyrup fór síðani inn aftur á Hafnia, at gera seg til, at fara á ríkisfund.
Tá Poul Nyrup Rasmussen kom út aftur, treiv mannamúgvan í at syngja tjóðsangin. Nyrup fór inn og setti seg niður. Hetta helt ein av áhoyrarunum, vera ov mikið
- Eg haldi tað vísir, hvørja vanvirðing, hann hevur fyri Føroyum og føroyingum, segði hann.
- Eg trein tí eitt trin inn í bussin og takkaði honum fyri, at hann ikki reisti seg undir tjóðsanginum.
Fólkaítakið var nú liðugt við sína uppgávu, og mannamúgvan spjaddist.