Kaffi við vinkonunum:
Menninir savnast hjá hvørjum øðrum (ofta honum, sum hevur størstan skerm,
harðast ljóð og bestu myrkaleggingarmøguleikar), og ístaðin fyri at grenja og knarra um tað, so kunnu vit bara gera tað sama.
Heldur enn at vit ganga hvør í okkara lagið og rudda ella gera mat ella okkurt annað óinteressant, so eiga vit nú at gera sum teir. Vit kunnu savnast, koma inn til hvørja aðra og koma hvørji aðrari við. Og skulu vit fylgja HM-skránni, so merkir tað millum ein og tríggjar smáar bindiklubbar -um dagin- í ein heilan mánað!!
Tað er í summar, at vit kunnu brúka tímar uppá at flenna, gráta, minnast, droyma, tosa, slatra, ráðgeva og planleggja saman við okkara allarbestu. Og tað er ein møguleiki, sum er ov góður at lata fara.
Biltúrar í friði og náðum:
Tað er nú, tú skalt fara út á vegirnar at njóta ella venja tínar koyriførleikar, alt eftir hvørjum støði tú ert á. Nú, meðan eingin maður situr við síðuna av og hálvskeldar um, at koblingin verður fílað, ella at bakhjólini enda uppi á gongubreytini, tá tú vendur um horn.
Nú eru heldur eingir ótolnir menn í bilrøðini aftanfyri, tá tú kódnar og kódnar í eini brekku, ella tá tú steðgar á vegnum, tí tú líka mást tjekka lipglossið í speglinum, ella tí tú sært onkra, sum tú kennir og vilt práta við.
Tað er nú, tú skalt út at parallelparkera í friði og náðum. Og skuldi tú verið ov nær, soleiðis at bilurin verður skøvaður ella buklaður, so kanst tú bíða við at fortelja tað, inntil yndisliðið hjá manninum hevur vunnið ein dyst. Tá er nevniliga einki óført.
Broyt, flyt og mála:
Ùtnytta møguleikan, meðan maðurin situr óvitandi og hyggur at 22 tuskandi monnum.
Hevur tú altíð ynskt tær eina forstørraða mynd av mammu tíni uppiyvir seingini? Ella heldur tú, at hjallurin barasta hevði riggað so væl, viss hann var ljósareyður? Ella kundi tú hugsað tær at flutt møblarnar í stovuni umaftur-aftur-aftur? Ella er tíðin endiliga komin til, at hasir stóru, ljótu hátlararnir skulu baksast upp á ovastaloft? Droymir tú ein tílíkan dreym, men stúrir tú samstundis fyri reaktiónunum hjá makanum?
So er tað nú, tú kanst fara í gongd. Ein dystur varar knappar tveir tímar –meiri um upptaktin eisini skal við, so tað skuldi givið tær eitt gott tíðarbil at framt ynsktu broytingarnar. Teir dagarnar, fleiri dystir verða vístir, er ikki vist, at hann nakrantíð hyggur burtur frá skíggjanum, so tað gevur tær ríkilga góða tíð.
Og í hesum døgum er maðurin helst so fráverandi í ondini, at hann ikki varnast broytingarnar, fyrr enn langt eftir HM.
Ger tað, tú aldri hevur tíð til:
Hevur seymimaskinan fingið eina kápu av støvi? Er tað langt síðani gangiskógvarnir vóru nýttir? Ella minnist tú ikki, nær tú seinast hevur ligið í baðikarinum, inntil fingrarnir líkjast rosinum?
Nú heimurin allíkavæl stendur eftir enda, so kanst tú tað sama fylgja við. Tað er undantaksstøða, og tað merkir, at tú eisini kanst seta nakrar av vanligu reglunum og krøvunum til viks, og gera okkurt av tí, tær lystir.
Far til blomsturbinding, um tú hevur hug til tað, ella melda teg uppí eitt sangkór. Far út og renn og kom í venjing ella lær at týða hieroglyffir. Tá menninir so óblúgvir dyrka síni áhugamál, so kanst tú sanniliga eisini!
Far og svim:
Ert tú ein av teimum mongu, sum við droymandi eygum hyggur at svimjihøllini, men fleiri eyka kilo gera, at tú ikki kundi droymt um at víst teg í eini svimjidrakt? So er hetta møguleikin. Tríggjar ferðir um dagin, meðan dystir verða vístir, verður svimjihøllin nevniliga mannfólkatóm, og tú kundi næstan farið og svomið uttan svimjidrakt, tí tað verður tað reina systraband í svimjihyljunum. Spurningurin er, um vit ikki tað sama kunnu yvirtaka bæði skiftirúmini.
Ella um veðrið skuldi víst seg frá síni bestu síðu, so hava vit strendur og firðir púrasta fyri okkum sjálvar. Vit kunnu skammleysar flóta runt í bikini ella minni, tí menninir múra seg inni við myrkaleggingar-gardinum og hugsa bara um fótbólt.
Í ein heilan mánað hava vit svimjihallir og strendur fyri okkum sjálvar, og tað áttu vit at útnyttað!
Hygg at HM:
”HVAT” hugsar tú nú, ”eg orki ikki fyri fótbólti!”.
Tað er rætt, fótbóltur er strævin, tá man hyggur saman við mannfólki. Tá man ikki skilir málið, teir knappliga fara tosa, og tá tínar viðmerkingar sum: ”núnú, slappið av, hatta er bara eitt spæl”, ”eg skilji ikki, hví tit skulu rópa so” ella ”tab og vind med samme sind”, ikki verða serliga væl fagnaðar. Tá er tað keðiligt.
Men hevur tú nakrantíð hugt at fótbólti saman við vinkonunum? Hava tit nakrantíð sitið í hálvanannan tíma og hugt at mannfólki? 22 lítið ílætnir menn, sum renna runt og vísa síni kynstur. Vit snakka mannfólk úr øllum heiminum, so tú kanst bæði síggja ein lekran japanara, mexicanara ella hollending, og hvussu ofta hevur tú annars høvi til tað?
Av og á, um tú ert heppin, lata teir seg eisini úr blusuni, tá teir skora. Og tá dysturin er liðugur, er siður, at teir skifta um blusur. Tá lata allir 22 seg úr –og fleiri tíma ikki at lata seg í aftur.
Og teir oksast ikki bara runt á vøllinum uttan mið og mál, sum tú kanska heldur, nei, tær heilt stóru kenslurnar verða eisini rullaðar út. Teir hálsfevnast og flenna av berari gleði, teir øsa seg og gera seg inn á hvønn annan í ræðuligum hevndaratsóknum, og teir gráta og halda um hvønnannan fyri at troysta. Í so máta er tað nógvar ferðir betri enn Horton-saga’in, tí teir meina tað veruliga. So um tú ynskir at síggja lekrar menn vísa sannar kenslur, so er HM eitt mást!
Og tað besta av øllum er, at eingin skeldar, um tú skrúvar ljóðið heilt fyri, so hasi ræðuligu býfluguhornini ikki hoyrast.
Sov longri:
Vit kunnu tað sama síggja tað í eyguni. Komandi mánaðin verða eingi mannfólk, ið fara at varnast okkum (uttan so, at vit standa fyri sjónvarpið). Teir eru fótbóltsheilavaskaðir og fáa bara stjørnur í eyguni, tá tað snýr seg um flottar fintur, skjótt samanspæl og minnilig mál.
Tað gevur okkum ein upplagdan møguleika at sova leingi, lata slættijarn og sminku fara í summarfrí og lata okkum í tað, sum liggur fyrst fyri, tá vit vakna. Einki við at skrúva okkum niður í strammar niðurdeilar ella stríðast gjøgnum dagin í stilettum. Komandi mánaðin kunnu vit koyra nattúrliga stílin í joggingklæðum, inniskóm og hestahala. Og harvið vinna eina góða løtu av eyka svøvni um morgunin.