Heðin Mortensen
tingmaður Sambandsfloksins
Sáttmálasamráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, og vit hava longu verið vitni til sama skilið sum fyri tveimum árum síðani. Tað kemst ongan veg. 1. mars fara teir flestu sáttmálarnir úr gildi, og eina viku seinni, ella har á leið, so verður alt samfelagið lagt lamið av verkføllum.
Størsta skommin er vaktar- og bjargingarskipið Brimil, sum í hálvanfimta mánað hevur ligið svínabundin við bryggju í Noreg.
Samgongan hevur ígjøgnum tingið sett sær fyri at loysa ta ósemjuna, hóast øll onnur meta eitt slíkt mál sum eitt mál ímillum fakfeløg og avvarandi myndugleikar.
Tað sum fær meg at skriva hettar, er ein partur av viðmerkingunum í uppskotinum sum Kartin Hansen, landsstýrismaður legði fyri løgtingið, um at loysa trætuna um Brimil.
Miðskeiðis á síðu 3 í viðmerkingunum stendur: ?Eisini vísa feløgini á lønarlagið í t.d. Noregi og Danmark?. Har skoytir Fíggjarmálastýrið uppí: ?Hetta er tó ikki nakað serstakt fyri manning á vaktarskipum. Næstan allir starvsbólkar kunnu vísa á, at lønin í hesum londum er hægri fyri sama arbeiði?.
Hetta er rættuliga áhugavert. Tí í Føroyum hava vit ongantíð gjørt okkum greitt, hvat støði skal vera.
Vit staðfesta, at støðið er øðrvísi í øðrum londum ? sum oftast hægri og betri, men meir hendir ikki.
Nú sáttmálasamráðingar eru, og nógv bendir á, at ósemjan er størri, enn fyri tveimum árum síðani, so áttu vit í løgtinginum at havt eitt aðalorðaskifti um støði í samfelagnum.
Skal føroyska samfelagið vera eitt gott og framkomið samfelag at búgva í, ella skulu Føroyar enda sum Albania ímillum norðurlond.
Dømini eru fleiri seinastu tíðina. Samgongan gav ein lítlan skattalætta frá 1. januar. Samstundis varð frádrátturin fyri rentur á sethúsalánum lækkaður úr 48 niður í 44 prosent. Fyri tey flestu var úrslitið fleiri útreiðslur.
Í fjør hækkaði rentan, men í fíggjarlógaruppskotinum ?bagatelliserar? Fíggjarmálastýrið hækkingina. Har stendur at slík hækking hevur ongan týdning, tí afturgjaldstíðin av lánum verður longd?????. Slík støða hjá samgonguni sum heild, er undir alt mark. Tað er beinleiðis ein háðan ímóti fólkinum.
Verandi samgonga hevur sitið við valdinum í 3 ár, og eitt ár er eftir til løgtingsval.
Higartil er stórt sæð einki hent. Alt samfelagið er í bíðustøðu, eftir hvat hendir í fullveldismálinum.
Og sum danska orðatakið sigur: ?hensigten helliger midlet?, soleiðis verður føroyska samfelagið rikið.
Eg veit ikki hvussu leingi fólk vilja bíða eftir nøkrum ítøkiligum, sum kann bøta um gerandisdagin.
Men tað hevði verið eitt huskot at lagt fullveldisætlanina til síðis eitt skifti, og tikið eitt aðalorðaskifti í løgtinginum um hvat støðið í samfelagnum skal vera.