Hví gjalda vit 5–10 ferðir meira fyri somu hitapumpu?

Í dag verða luft-til-vatn hitapumpur seldar sum tann yvirskipaða og “rætta” loysnin. Luft-til-luft hitapumpur verða harafturímóti ofta nevndar ein neyđloysn. Men sæð við øðrum eygum, er søgan ring at síggja í tøknini. Tí fakta er einfalt: Luft-til-luft og luft-til-vatn hitapumpur eru grundaðar á júst somu termodynamisku tilgongd: Sama kølirás, sama kompressara, somu fysisku meginreglur. Talan er ikki um tvær ymiskar tøkni – men tveir ymiskar mátar at avlevera hitan uppá. Einasti veruligi munurin er miðil: luft ella vatn.

 

Enn góðtaka vit, uttan nógv kjak, at luft-til-vatn hitapumpur vanliga kosta 5–10 ferðir meira enn luft-til-luft. Ikki tí, at tær eru effektivari – men tí, at tær eru pakkaðar inn í rørleggjaralutir, stýringar, góðkenningar og eina marknaðarfrásøgn um, hvat er “rætt”. Óbehagiligi spurningurin er tí: Gjalda vit fyri betri tøkni – ella fyri meira kompleksitet?

 

Frá einum prosessverkfrøðiligum sjónarmiði er ein luft-til-luft hitapumpa í roynd og veru eitt bíligt og effektivt hitaframleiðandi modul. At flyta hendan hitan til eina vatnborna skipan er ein integratiónstrupulleiki – ikki eitt tøkniligt gjøgnumbrot. Niðurstøðan er ikki, at luft-til-vatn hitapumpur eru “skeivar”. Niðurstøðan er, at prísmunurin ikki kann forklárast tøkniliga. Og kanska áttu vit tí at farið at diskutera, um tað í nógvum førum hevði verið nógv bíligari at byrjað við tí einføldu, bíligu luft-til-luft hitapumpuni – og sjálvi avgjørt, hvussu hitin skal brúkast.

 

Tí tá tú pilkar marknaðarføringina burtur, er stórt sæð bert eitt eftir: Hitadynamikkurin er tann sami, bara prísurin er munandi øðrvísi.

 

So mítt ráð er, í øllum førum til tey, sum ikki hava nógvar pengar um hendur:

 

Keyp eina luft-til-luft hitapumpu og umbygg hana til eina luft-til-vatn hitapumpu. Týdningarmestu komponentarnir til umbyggjingina kunnu fáast fyri 5.000-10.000 kr: hitavekslari-sirkulatiónspumpa-ekspansionstangi-trygdarventilur.

 

Tekniskt sæð kann man umbyggja eitt køliskáp til eina hitapumpu, tøknin er akkurát tann sama.

 

So leingi prísurin á luft-vatn liggur á núverandi støði, vildi tað verið upplagt at framleitt hesar hitapumpur í Føroyum, líka so væl sum aðrastaðni á klótini.

 

 

 

Hjalmar Joensen

 

Maskinverkfrøðingur