Hvirlan skipar fyri Stuttleikum sunnudagin.

Komandi sunnudag (14. juni) verður aftur møguleiki hjá teimum yngstu børnunum at uppliva frælsa ítrótt á Tórsbreyt. Hetta verður á Stuttleikum sum Hvirlan skipar fyri. Stuttleikir er eitt tiltak, har í børn fødd í 1999 ella seinni sleppa at royna seg í trimum ymiskum greinum innan frælsu ítróttina. Hesar greinar eru 60 m renning, longdarlop og bóltkast. Greinarnar umboðað høvuðsbólkarnar innan frælsu ítróttina, tvs kast, lop og renning.

Tiltakið byrjar kl. 14.00 og heldur áfram til kl. 16.00.

Hetta er eitt tiltak har børnini eru í fokus og tí er tiltakið skipa soleiðis at barni fær eitt skreytblað við egnum navnið á tá tað meldar til og hevur so hetta við sær til ymsu greinarnar. Síðan kann barni sjálvt velja hvørt tað vil kasta, leypa ella renna fyrst. Eftir hvørja roynd skrivar høvusdómarin úrsliti hjá barninum á skreytblaðið. Fyrstu trý úrslitini í hvørjari grein verða skriva á skreytblaðið. Øll børn, sum hava fingið minst eitt úrslit í hvørji grein á sítt skreytblað, fær heiðursmerkið fyri avrikið. Øll børnini eru tó vælkomin at royna hvøjra grein so ofta tey hava hug inntil tiltakið endar.

Tilmelding er á staðnum og byrjar kl. 13.30 og heldur áfram til kl. 15.30. Kostnaðurin er 50,- fyri hvørt barnið. Vónandi koma enn fleiri børn enn seinasta ár at stuttleika sær á Stuttleikum, royna síni evnir og kunna seg um frælsa ítrótt sunnudagin, sigur Hvirlan í tíðindaskrivi.