Oyggjarnar
Danskarar hava í út við 20 ár arbeitt við hugtakinum »Miljøprioriteret gennemfart«, hvar teir við ymiskum forðingum hava roynt at minkað um bilferðina, har landavegir fara ígjøgnum býirnar.
Í fjør sendi Vejdirektoratet út ein bókling »Rapport nr. 70« við nágreiniligum kanningum av royndum í 21 býum av líknandi slagi av forðingum, sum Landsverkfrøðingurin er í ferð við at gera á Hvítanesvegnum, nevniliga við smalkaðum koyribreytum og oyggjum eftir miðjuni. Hesar royndir vísa heilt greitt, at um ikki rundkoyringar, bungur ella hækkað økir verða gjørd fyri hvørjar 250 til 300 m, hava hesar oyggjar so gott sum onga ávirkan á ferðina. Í einum dømi, sum reiðiliga væl líkist tí, ið verður gjørt á Hvítanesvegnum, minkar miðalferðin bert frá 62 til 59 km/t-tríggjar kilometrar um tíman-, so upp í móti hesum turru tølunum nyttar lítið at Landsverkfrøðingurin »ivast ikki í, at hetta fer at taka ferðina av ferðsluni«. Freistandi er at spyrja, um ikki skeitt verður til slíkar sera álítandi royndir, hvar øll úrslitini fáast fyri einki.
So eru tað svingini
Tað munnu vera tey allar flestu, sum longu hava merkt ótryggleikan av teimum skeivu hallunum í svingunum, men her er Landsverkfrøðingurin eisini sterkur í trúnni, og tá hann sigur, at »Soleiðis eru allir vegir í Havn«, sigur hann sjálvsagt beinleiðis ósatt, tí allir høvuðsvegirnir uttan um Havnina og ytri partur av Landavegnum hava røtt hall í svingunum uttan ein partur av vestara Ringvegi, har ávísir skeivleikar eru í.
Tað er heilt óforsvarligt at fremja ferðminkandi tiltøk við at gera vegin ótryggan, og soleiðis sum Hvítanesvegurin nú er asfalteraður við stórum skeivum hallum í øllum svingunum, er hann ótryggur við lít.
Frá deildini Trafiksikkerhed og miljø hjá Vejdirektoratet havi eg fingið eina ritmynd (diagram), ið eitur »Sammenhæng mellem kurveradius (m) sidehældning (0/00) og maksimal forsvarlig hastighed (km/t)«, sum er samansett av áralongu royndum og roknað út eftir, tá vegirnir eru vátir. Samsvarandi hesum verður koyringin í svinginum við Skræddaragøtu ótrygg, tá ferðin kemur upp á 55 km/t, og í svinginum oman fyri gomlu læknahúsini, tá hon kemur upp á um 50 km/t, og her er tað eisini at ein stórur partur av skúlaungdóminum í Hoydølum skal ferðast. Við øðrum orðum sagt, tá ferðin við vátum vegi fer upp um hesar nevndu 55 og 50 km/t, er stórur vandi fyri, at bilurin missir sambandið við vegin. Hetta verður sjálvsagt nógv verri, tá tað lumpna svartakálkið er á vegnum. Ófatiligt, at tit tora at standa við ábyrgdini av hesum.
Her kann skoytast uppí, at skeiva hallið í svinginum við Skræddaragøtu í støðum er ov lítið, fyri nóg skjótt at veita vatnið av vegnum. Hetta ger umstøðurnar verri við samanhanginum millum vátan (hálan) veg og sentrifugalkraftina.
Sambært ferðmátingunum hjá Landsverkfrøðinginum á Hvítanesvegnum í 1996 sæst, at ársmiðaltalið av bilum, ið koyra á vegnum, er 5.925 um samdøgurið. Í viku 38 er mált, at ein fríggjadag koyra 8.000 bilar eftir Hvítanesvegnum. Av hesum koyra 3.900 millum 50 og 60 km/t, 1.700 millum 60 og 70 km/t, 360 millum 70 og 80 km/t og 80 millum 80 og 90 km/t.
Samsvarandi oman fyri nevndu donsku royndunum við vegum við miðoyggjum fer ferðin á Hvítanesvegnum ikki at minka stórvegis, so við hesum í huga kann óttast fyri, hvat fer at henda. Hóast hesa sannroynd, er Landsverkfrøðingurin, sambært viðtalum, klettafastur í trúnni á at eingin vandi er á ferð.
Eitt er vist, at nú kunnu fólk langt frá føla seg trygg á gongubreytunum, og hetta hendir við einari nýggjari vegagerð, júst sum alneyðugt er at repa seglini, hvat tryggleikanum á vegunum viðvíkur.
Sum dagligur áskoðari hesar fjúrtan dagarnar síðan fyrstu oyggjarnar vóru gjørdar, meti eg, at royndirnar danir eru komnir til við slíkum vegum, eisini fara at halda fyri Hvítanesvegin.
Hoyvík 26. september 1997
Mortan Winther Poulsen