Hvør skal taka avgerð? Trupli spurningurin um abort

Lógaruppskotið um abort, sum kemur til viðgerðar í tinginum týsdagin, skal dagføra galdandi lóg, sum er 70 ára gomul.

NEYÐIN OG TANN NAKNA KVINNAN…

Til allar tíðir eru kvinnur og gentur komnar í støður, har tær hava havt brúk fyri at taka abort. Fyrsta skrivliga lýsing av abort er dagførd um ár 1550 fyri okkara tíð.

 

Í Føroyum sum aðrastaðir munnu okkara formøður eftir førimuni hava roynt at ávirka talið á barnaflokkinum. Søgnin um Niðagrísin kundi bent á, at onkur onkuntíð hevur havt ringa samvitsku. Niðagrísur var ein lítil, tjúkkur skapningur, líkur einum reivabarni, sum helt til á teimum støðum, har leysingabørn vórðu grivin uttan at vera doypt. Niðagrísurin sást bert eftir dagsetur.

Sambært Rasmussen lækna varð abort duld sum mansmorð. Kvinnan lá í songini í 1 til 3 dagar, og einki varð gjørt fyri at hjálpa henni: bløðingarnar skuldu steðga av sær sjálvum. Fostrið varð lagt í eina eskju og grivið í kirkjugarðinum ella í bønum. Konjak, brennivín og altarvín hava verið brúkt til at skunda undir barnsburð. 

 

Lukkutíð fyri bæði kvinnur og menn, fyri børn og vaksin, hava vit í dag eitt væl útbygt heilsuverk við væl skikkaðum starvsfólki, og tær brutalu umstøðurnar, okkara formøður máttu eiga ella ikki eiga í, eru langt síðani søga.  

 

Men at fyrigykla sær, at atgongd til abort ikki er neyðug fyri føroyskar kvinnur og gentur, er snøgt sagt ov veruleikafjart. Atgongdin til trygga abort var neyðug tá, og er tað sanniliga eisini í dag. 

GOMUL LÓGGÁVA

Tann føroyska fosturtøkulógin er frá 1956. Sambært hesi lóg kann ein yvirlækni í starvi á føroyskum sjúkrahúsi taka avgerð um at fremja abort, um kvinnan er í lívsvanda ella um vandi er fyri sjúku. Um kvinnan ynskir abort í øðrum førum, skal avgerð takast um hetta í samráð millum læknan, sum ger abortin, og ein annan lækna.

 

Í dag kann abort takast upp til 16. viku, og eisini eftir 16. viku, um barnið ber deyðiligt brek og ikki kann liva uttanfyri móðurlívið. Eingin freist er ásett í lógini, um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda.  

LÓGARUPPSKOTIÐ

Endamálið við lógaruppskotinum, sum kemur til viðgerðar týsdagin, er at dagføra galdandi lóg um abort, soleiðis at hon verður meira nútíðarhóskandi og avmyndar verandi siðvenju á økinum, og at laga lógina til føroysk viðurskifti. 

 

Eisini tryggjar uppskotið, at allar kvinnur eru eins fyri lógini. Galdandi lóg er ógreið og verður tulkað so mikið ymiskt, at hon skapar ótryggleika, óvissu og ójavnað. 

 

Harumframt er endamálið at hava talið á abortum so lágt sum gjørligt. Tær, sum umhugsa abort, fáa við hesari lógini betri møguleikar at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, umframt at dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging. 

HVØR SKAL TAKA AVGERÐ?

Sambært læknaligari vitan veitir eingin fyribyrging 100 prosent trygd. So allar gentur og kvinnur, sum eru seksuelt virknar, kunnu koma út fyri at gerast við barn, uttan at tað var ætlanin. Eisini kann talan vera um sjúku, vánaligar umstøður, neyðtøku ella kynsliga misnýtslu. Spurningurin er so, hvat er til ráða at taka, tá ið ein genta ella kvinna er komin soleiðis fyri, at hon skal taka støðu til møguliga abort.

 

Eg vil, at kvinnan sjálv skal hava lógarásettan rætt at velja fram til 12. viku. Eg veit fullvæl, at hetta fyri nógvar er ein óendaliga trupul avgerð. Men avgerðina má kvinnan taka, vónandi í samráð við eitt stuðlandi nærumhvørvi, og vónandi eftir holla fakliga ráðgeving, ið er óheft av átrúnaði og politikki.

 

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin