Fyrsta fráboðanin kom úr Keypsamtøkuni í Dr. Jakobsensgøtu, har tveir persónar høvdu brotið inn og høvdu stolið nakrar túsund krónur í reiðum peningi.
Av tí at vakmyndatól eru har, fekk løgreglan skjótt illgruna til tveir persónar, sum løgreglan kennir. Teir vórðu síðani handtiknir, og annar játtaði.
Síðani kom ein fráboðan um, at innbroti hevði verið í kjallarnum í bygninginum í gongugøtini, har Heimavirki er. Har var brotið inn í Heimavirkið og í Fotobúðina.
Tað var skjótt hjá løgregluni at leggja tvey og tvey saman, og persónur, sum játtaði at hava brotið inn í Keypsamtøkuna, játtaði eisini hetta innbrotið. Hin persónur noktaði seg sekan.
Seinni um dagin kom enn ein fráboðan um innbrot, hesaferð í Mikkellerbarrina í Gongini. Greitt er ikki enn, um tað eru somu persónar, men tað verður kannað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.