Ein nýggj funka frá USA ger, at tú kanst lata tín Facebook vanga upp í hendurnar á einum avvarandi, tá ið tú ert deyð/ur.
Tað er margháttligt har tann talgildi og veruligi heimurin mest eyðsæð hittast - í deyðanum. Eitt menniskja hevur lívfrøðiligar fortreytir, sum seta eitt mark fyri hvussu leingi tað kann liva, meðan tøknilig dáta - ástøðiliga - kunnu hava ævigt lív.
Á Facebook hendir tað tískil vanliga, at hóast eitt menniskja doyr, so er Facebook vangin hjá viðkomandi framvegis á lívi. Ein støðudagføring og mynd ella annað hongur framvegis uppi, og gjørligt er hjá øðrum at senda teimum eina heilsan ella enntá eina vinarumbøn, hóast veruliga menniskja handan vangan ikki er á lívi longur.
Nú ber till hjá fólki, at seta fram ynski um hvussu teirra facebook vangi skal rekast eftir, at tey eru deyð. Man fær heimild at tilnevna ein persón at umsita sín vanga, ið broytir Facebook vangan til eitt slag av einari minnissíðu.
Tilnevndi persónurin at umsita vangan fær ikki heimild til at broyta uppsløg, sum liggja á vanganum framanundan, og eftir øllum at døma sleppur viðkomandi einans at senda eittans boð til tey avvarandi - á sama hátt sum ein støðudagføring.
Tó ber til at broyta sjálva myndina, av tí andaða, góðkenna nýggjar vinarumbønir, umframt at strika sjálvan brúkaran.
Funkan varð tøk í USA hósdagin í hesu vikuni, og kemur at vera bjóða fram í øðrum londum heilt skjótt, tó at eingin ítøkilig dagfesting er kunngjørd.