Hvørt einasta ár skal vera spennandi og mennandi

- Takk fyri farna árið øll somul, nú fara vit við góðum treysti um gáttina til nýggja árið, sigur Sigrid J. Dalsgaard í hesum íkasti, sum øll áttu at lisið

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Nýggjársaftan er altíð eitt stuttligt kvøld, tá vit siga gamla árinum farvæl og takka fyri. Vit byrja kvøldið heima við einum góðum bita, boblum og njóta útsýnið yvir alla bygdina. Móti midnátt møtist grannalagið, og vit ganga kyndlagongu úr Runavík, Høgaleiti og Glyvrum.

 

Tað sigur Sigrid J. Dalsgaard.

 

Hon vísir á, at allir kyndlaberarnir møtast við Gulu Smiðju, og tá er røða, sangur og fýrverk.

 

- Hetta er ein lutfalsliga nýggj siðvenja, men tær skulu eisini byrja onkustaðni, og hendan hátíðarliga og fjálga løtan er verd at endurtaka ár um ár. Nýggja árið byrjar festligt við sangi og dansi beint eftir midnátt. 

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2024? 

 

- Dugnaskapsprógv í sigling var stórt, og at fara fyrsta túrin sum skipari við Valkyrju at fáa eitt kók undir Eystnes, sigur Sigrid brosandi.

 

Hon heldur, at tað besta, sum hendi í 2024, eru øll tey smáu gerandistingini, sum ganga upp í eina heild.

 

- At vera saman við vinum og familju - øll vit, sum gjørdust eitt ár eldri. Í arbeiðshøpi, sum verkætlanarleiðari hjá Kommunufelagnume er tað besta, at verkætlanin Talgild heilsuskipan til kommunalu heilsutænasturnar er komin á mál.

 

Sigrid J. Dalsgaard vísir á, at hetta hevur verið ein spennandi ferð saman við serstakliga dugnaligum fólkum at talgilda skjalfesting og samskifti millum eldraøkið, kommunulækna-og sjúkrahúsverkið.   

 

- Eisini arbeiði eg í verkætlanum hjá Runavíkar kommunu, eitt nú við at verja og menna náttúrunar margfeldni. Í 2024 er okkara tilvitan og raðfesting viðvíkjandi hesum vorðin betri.

 

Og hvat var tað keðiligasta? 

- Í 2024 gav Rigmor Restorff Dam út serstakliga góðu bókina, “Tær góvu lív”, og eg viðmæli øllum at lesa hesa bók, ið lýsir eitt samfelag, sum vit ikki vilja aftur til. Kvinnur og gentur vóru ikki raðfestar at fáa nokk av mati, góð klæðir ella góð kor, m.a. av tí einføldu orsøk, at tað var væntað, at fleiri teirra doyðu í barsilssong.

 

Sigrid vísir á, at tá hon las bókina, skilti hon, at var eingin menning farin fram innan barnsburðarøkið, hevði hon doyð 28 ára gomul, tá hon skuldi eiga sítt fyrsta fødda. 

Tríggjar ferðir hevur sjúkrahúsverkið átt lívið í mær.

 

- Tríggjar ferð í einum stuttum tíðarskeiði á 14 ár hevur okkara einastandandi sjúkrahúsverk tryggjað, at eg eri sloppin heim aftur til mína familju. Tá vit raðfesta, er týdningarmikið at raðfesta, at mamman sleppur heim til børn síni. 

 

Hon sigur, at á politiska pallinum í 2024 var eitt tað keðiligast tískil, at uppskotið um føroyska, dagførda lóg um abort fall.

 

- Verandi lóggáva er ein revsilóg og ikki ein lóg um heilsuveiting. Hevur hetta nakað at siga? Ja, tí onkuntíð stendur tað um lív, og tá skal eingin ivi vera um, hvørs lív skal raðfestast. Vit skulu ikki aftur til samfelagið, sum Rigmor lýsir, og vit skulu ikki fylgja rákinum vestaneftir, har lívið hjá kvinnuni verður sett í váða, og hennara lív ikki verður raðfest. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025? 

 

- Vónirnar fyri 2025 eru góðar. Føroyar gerast alsamt eitt búnari samfelag, bæði inneftir og á uttanríkispolitiska pallinum. Tað finnast størri og minni hóttanir fyri hvørt einasta ættarlið. Sum barn var eg hjartkipt um hóttandi kjarnorkukríggj og minnist lættan, tá múrurin fall.

 

Hon vísir á, at síðan kom annað hóttafall, tá Føroyar fóru á heysin, og mong noyddust av landinum.

 

- Tað fara altíð at koma størri og minni kreppur, og vit fara altíð at megna tær. Vit hava nú livað í eini tíð við stórum framstigum um allan heim. At kríggj aftur er komið til Evropa, er tíverri tann tíðin, vit nú liva í.

 

Sigrid J. Dalsgaard sigur seg hava vón um, at Evropa stendur saman og megnar at verja síni landamørk eins og síni virðir.

 

- Í hesum vóni eg eisini, at Føroyar tryggja sínar alliansur, tí sum er verða vit koppað av nøkrum fjepparum hjá einum kroatiskum fótbóltsliði.  

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Mítt nýggjárslyfti er tað sama hvørt ár: Ikki standa í stað, men mennast, vera forvitin og siga ja til avbjóðingar. Eg havi tvær barndómsvinkonur, sum eru trý ár eldri enn eg. Nú hevur hesin aldursmunur einki at siga longur, men tá eg var 12, telja trý ár nógv í lívsins royndum og vísdómi. Tá segði onnur teirra, at hon hevði lisið vísdómsorð í einum blaði, sikkurt “Vi unge” ella líknandi, at um mann sigur ja til avbjóðingar, so blívur lívið spennandi. Hesi gyltu vísdómsorð hava fylgt okkum.   

 

Hon sigur, at nýggjárslyftið hjá henni á hvørjum ári er, at hvørt einasta ár er spennandi og mennandi.

 

- Takk fyri farna árið øll somul, nú fara vit við góðum treysti um gáttina til nýggja árið, sigur Sigrid J. Dalsgaard.