Annlis Bjarkhamar
? Eg giti, at so skjótt sum henda fíggjarlógin er samtykt, so fari eg til Suðuroyar, har eg fari at halda jól saman við foreldrunum og lítlusystrini. Jólaaftan fara vit altíð í kirkju og vit fáa dunnu til døgurða. Fyrsta dag vitja vit familju, og annað jólakvøld plagi eg at fara í býin við vinfólkum, sum koma uttanlands frá at halda jól. Tað plagar at vera eitt gott kvøld, serliga tí tú sært øll fólkini, sum tú ikki sært ofta, og so tí eg ikki eri so ofta í Suðuroy.