Jonhild Kjærbo, Vágur:
Eg skal vera við í skrúðgonguni ?Fólkalívsmyndir?, sum neytakona og hetta verður leygardagin.
Annars fari eg til setanina, kappróður, fótbólt, framsýning og á café. Eg ætli at halda jóansøkuna saman við vinum og kenningum og so vænti eg onkran inn á gólvið eisini.
Hans Jacob Hjelm, Vágur:
Tað verður sum hjá teimum flestu, at eg fari ein túr í býin við familjuni. Eg skal annars spæla til dans fríggjakvøldið og leygarkvøldið og so eri eg við, tá gamlir rógvarar manna 10 mannafarið ?Ormin Langa?. Hetta verður bert á jóansøku.
Sunnukvøldið fari eg í býin at lurta eftir norsku tónleikarunum, ið spæla til dans.
Á Jóansøku ætli eg mær eisini at vitja fólk, ið ein annars sær alt ov sjáldan.