Hvussu við okkum ungu?

Um Yngd hesuferð

Síðani september mánað hava vit her í Yngd havt ein brævkassa, har orðið hjá lesarunum er frítt, og har tit (sum so ofta sagt) hava møguleika at vinna eina fløgu frá 3-aranum.

At byrja við varð ikki so nógv sent inn til okkum, men seinastu tíðina tykist tað sum at ferð er komin á, og fegnast vit sjálvsagt um hetta.

Eitt evni, sum tykist vera afturvendandi er, at tey ungu, t.v.s. undir 18 ár, ikki hava nakað stað at fara, tá tey ætla sær í býin.

Onkuntíð verða konsertir hildnar, men fyri tað fyrsta er hetta alt ov sjáldan, og fyri tað næsta er prísurin aloftast somikið høgur, at fleiri halda seg aftur, tí tey rætt og slætt ikki hava ráð at gjalda einar 200 kr. fyri atgongumerkið.

Í Yngd hesu ferðina hava vit roynt at latið upp fyri hesum spurningi, og lesarar eru meira enn væl komnir til at senda okkum hugskot og spurningar, soleiðis at hetta kjakið kann koyra víðari.


Eisini hevur onkur lesari funnist at, at vit hava skrivað ov lítið um, hvat onnur ung takast við.

Í eini roynd at bøta um hetta, hava vit prátað við ein ungan listamann, sum umframt at hava teknað, eisini hevur roynt rættuliga nógv annað.

Hesu ferðina varð so talan um ein havnardrong, men tað er so ætlanin, at Yngd framyvir eisini hittir ungdómar, sum búgva uttanfyri Havnina. Yngd skal jú sjálvandi vera fyri allan ungdómin í Føroyum, og ikki bara fyri tey, sum búgva í høvuðsstaðnum.

Ein trupulleiki í hesum kann tó vera, at við tað at blaðmaður tykkara býr í Havnini, er ikki altíð líka lætt at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg uttanfyri Havnina, og tískil hevði eg verið sera fegin, um eg kundi fingið onkur hugskot frá tykkum, sum dagliga eru uttan fyri Havnina.

Er tað onkur tykkara, sum liggur inni við eini góðari søgu, ella sum veit um eitthvørt, sum kundi verið áhugavert at skrivað um, er bara at taka telefonina ella pennin og skriva ella ring til okkara.

Minst til, at jú størri ávirkan tit fáa á innihaldið í blaðnum, jú meira áhugavert verður tað hjá tykkum at lesa!


Annars er innihaldið í blaðnum teir føstu tættirnir, so sum hitlistar og fløguummæli. Brævkassin er aftur við hesu ferðina, og so leingi sum tit halda á fram at skriva, so verða brøv tykkara prentaðið á hesum síðum.

Øll eru vælkomin at senda tilfar inn, so tað er bara at finna pennin fram!

Góðan Mikudag!