Hybrid-biliurin vitjaði í Klaksvík

Umhvørvisstovan skipar í hesum døgum fyri kunningarátaki fyri kommunalu fyrisitingunum. Í gjár varð vitjað hjá Klaksvíkar kommunu, har umboð fyri Hvannasunds, Viðareiðis, Kunoyar, Fugloyar og Húsa kommunur eisini vóru við.

Fitt av samskifti er við aðrar myndugleikar, tá ið broytingar verða gjørdar í matriklinum.

Kommunurnnar leiklutur í hesum høpi er rættiliga týdningarmikil, og tí fer Umhvørvisstovan sum matrikulmyndugleiki tí at tosa við kommunurnar um matrikularbeiðið og serliga broyttu lóggávuna á økinum.

Matrikullógin er nýliga dagførd, og hon varð broytt á avgerandi økjum. M. a. eru broytingar gjørdar í mun til lóg um landsjørð, so til ber at býta frá rakstrarbygningar á festijørð, og lættar eru gjørdar viðvíkjandi uppbýti av privatari jørð. Greitt verður frá broytta lógargrundarlagnum.

Broytingar í matriklinum eru tætt tengdar at kommunalari økisskipan eftir býarskipanarlógini og gjøldini fyri matrikulmál eru hækkað.

Lagt verður eftir hvussu kommunala viðgerðin kann hjálpa til eina so smidliga og lagaliga málsviðgerð, sum gjørligt.

Og sjálvandi møtti Umhvørvisstovan upp til kunningarvitjanini í býráðshøllini í Klaksvík í heilt serliga umhvørvisvinarligum Hybrid-bili, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.

Kunningarferðin hjá Umhvørvisstovuni heldur fram í vikuni í Fuglafirði, Runavík, Vágunum, Tórshavn og í Suðuroy.