Sølan av hybridbilum økist sum ongantíð áður, og talið av hybridbilum á føroysku vegunum hevur aldri verið hægri. Talan er um hybridbilar við bæði beinsin- og elmotori.
Toyota hevur í heimshøpi selt langt oman fyri 7 mió. hybridbilar síðani fyrsti hybridbilurin Toyota Prius kom á marknaðin í 1997. Toyota marknaðarførir um allan heimin umleið 30 ymiskar hybridbilar.
Tað er einfalt og lætt at koyra ein hybridbil. Bilførarin setur seg við rattið, heldur fótin á bremsupedalini, trýstur á startknøttin og setur í Drive (hybridbilarnir hava allir automatisk gear). Síðan fara motorarnir og battaríini til arbeiðis.
Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Battaríini geva streym til el-motorin og verða lødd upp av bensinmotorinum.
Her hjá okkum økist sølan av hybridbilum alsamt. Tað er í størstan mun privatpersónar, ið koyra hybridbil, men eisini økist talið av fyritøkum, ið av álvara hava fingið smakk fyri nógvu fyrimununum við hybridbilum.
Toyota er av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.