Hydro-Tech afturlatið

Tað er so lítið at gera í alivinnuni, at smiðjan á Eiði, sum hevur livað av tænastum til alivinnuna, er latin aftur. Fólkið er flutt á Kambsdal at arbeiða hjá KJ-Hydraulik

Eiði:Tað stendur einki til soleiðis hjá tænastusmiðunum. Og á Eiði er smiðjan hjá Hydro-Tech, sum hevur lagt seg eftir at veita tænastur til alivinnuna, afturlatin. Fólkið er flutt til KJ-Hydraulik á Kambsdali, sum eigur Hydro-Tech, at arbeiða. Onkur valdi tó at fara aðrastaðni.
Eini 10-12 arbeiðspláss eru færri á havnarlagnum á Eiði, enn tey vóru fyri stuttari tíð síðan. Umstøðurnar hjá alivinnuni hava havt ta beinleiðis ávirkan, sigur Jón Eliasen, tekniskur stjóri hjá KJ-Hydraulik á Kambsdali, at smiðja teirra, Hydro-Tech á Eiði, er afurlatin.
Hydro-Tech hevði lagt seg eftir at veita tænastur til alivinnuna mestsum burturav. Slíkt, sum brúkast skuldi á brúkunum, og ikki minst at smíða bátar til alivinnuna. Kendar eru tvíkiljurnar, sum síggjast við alibrúkini millum oyggjarnar. Eisini eru bátar útfluttir. Bæði til Skotlands og til Íslands.
Men har sær púra einki út heldur, sigur Jón Eliasen. Íslendingar gera framvegis onkrar íløgur í alivinnuna, men kappingin um at sleppa at veita teimum tænastur, er øgilig. Tí eisini aðrastaðni enn í Føroyum er tungt hjá alivinuni, og serliga norðmenn kappast á somu økjum sum føroyingar. Eitt nú við at smíða bátar til alibrúkini.
?Hetta er fyrsta barometrið, sum vísir á eina niðurgongd, sigur Jón Eliasen. Tá tænastusiðjurnar fáa minni at gera, er tað eitt greitt tekin um at, um ikki beinleiðis kreppa, so niðurgongd er á veg. Hetta hava vit sæð í einum javnt afturvendandi »cyklusi«, og tað er nú á veg aftur, sigur hann.
Sum er, stendur smiðjubygningurin á Eiði tómur, og verður helst lýstur til sølu fyrsta dagin, sigur Jón Eliasen. Sjálvir síggja teir ikki nakran møguleika har í løtuni.
?Men hendir okkurt soleiðsi, at gongd kemur á aftur eitt nú alivinnuna, kann vera, at vit fara at gera okkurt aftur har, um bygningurin til ta tíð ikki er seldur til annað endamál, sigur hann.
Á Kambsdali er væl av virksemi enn, sigur Jón Eliasen. Skansatangi er til umbyggingar til krabbaveiðu, og tað arbeiðið ger KJ-Hydraulik. Men tá tað er liðugt, er slakari, sum út sær beint nú. Og lítið er av fyrispurningum í løtuni, sigur hann.
Tað arbeiða tilsamans eini 40-50 fólk hjá fyritøkuni.