Hyundai Accent við aircondition sum standard

Av teimum koreansku bilmerkjunum sum eru komin til landið hesi seinastu árini, eru Hyundai bilarnir teir sum hava verið longst. Hyundai Motor Company varð stovnað í 1967, sum eitt dóttirfelag hjá Hyundai Business Group. Hyundai fyritøkan í Suðurkorea er vorðin ein sannur ídnaðarrisi.

Magnus Gunnarsson


Ein heilt nýggjur Hyundai Accent er komin á marknaðin. Bilurin er bøttur og vorðin størri í allar mátar. Størri uttan og meira pláss innan, motorurin kraftar meira, brennur minni og er meira ljóðleysur.

Tað sær út til, at Hyundai bilarnir eru við at broytast í útsjónd. Modellini eru farin frá teim rundu til meira skarpar og konservativar linjur. Ein royndartúrur við Hyundai Accent vísti, at alt virkar væl og er sera lætt at umgangast, gearskifti, bremsur og útsýni er gott, líkamikið hvar tú situr í bilinum.


Klimaanlegg

sum standard

Við at seta seg inn í bilin merkist beinanvegin at hesin Accent er rúmligari enn forgangarin. Plastkvaliteturin er á hædd við tað, vit síggja í teimum japansku bilunum. Alt er, sum tað skal vera, og tú finnur seg beinanvegin væl til rættis. Bilurin er vorðin 10 cm longri, 5 cm breiðari, og aksulfrástøðan er 4 cm størri.

Alt hetta gevur meira pláss innan. Setrini stuðla væl og eru góð at sita í, eisini til at koyra long strekkir uttan at møðast. Sum einasti biliurin í hesum klassanum hevur Accent klimaanlegg (Aircondition) sum standard útgerð í øllum útgávunum.

Til okkara veðurlag er klimaanlegg sera vælegnað at halda døgg burtur frá rútunum í vátveðrið, samstundis sum hitin er passaligur.


Væl útgjørdur bilur

Accent fæst við tveimum motorstøddum, 1,3 ccm við 86 hk og 1,5 ccm við 90 hk. Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein LX við 1,3 ccm motori 4 cyl við 12 ventilum. Motorurin virkar kvikur, og hevur góða kraft. Tað eru bert 4 hk á muni millum tann minna og størra motorin.

Bilarnir eru komnir við 3 og 5 hurðum í LS útgávuni, men verða eisini gjørdir sum sedan við 4 hurðum.

Hyundai Accent er ein fittligur bilur, liggur væl á vegnum, og hevur gott vegtak.

Listin yvir standard útgerð er langur, eitt nú Airbag, ABS bremsur, klimaanlegg (Aircondition), nakkastuðlarnir aftan kunnu stillast, startsperru, stereo radio og servostýring. Við hesum væl útgjørda bilinum við nógvari standardútgerð til kappingarføran prís, hevur Hyundai eitt sera gott kort á hondum.