Mikkjal K. Thomassen og hansara leikarar í AIK Stockholm hava nú tveir "matchbóltar", har AIK kann tryggja sær heiðursmerkið og harvið luttøku í Conference League undankappingini komandi summar.
Djurgården, ið er á fjórða plássinum tapti í dag 0-1 (0-0) fyri Halmstad á útivølli. Tað merkir, at um AIK vinnur á IFK Norrköping á útivølli í annaðkvøld, so verður AIK fýra stig frammanfyri Djurgården undan seinasta leikumfarinum, og tá kann Djurgården ikki longur røkka triðja plássinum. Í løtuni hevur AIK 51 stig á triðja plássinum, og Djurgården hevur 50 stig á fjórða plássinum.
Við einum sigri á IFK Norrköping kann AIK eisini leggja undir liðini á Hammarby, ið hevur 54 stig á øðrum plássinum.
Eydnast tað ikki AIK at vinna á IFK Norrköping, so kann liðið hjá Mikkjali tryggja sær heiðursmerkið við at vinna á Halmstad á heimavølli í seinasta umfarinum, ið verður leikt komandi leygardag klokkan 14. Men eingin ivi er um, at Mikkjal fer eftir, at AIK tryggjar sær heiðursmerkið longu í annaðkvøld.
Dysturin millum IFK Norrköping og AIK Stockholm byrjar í annaðkvøld klokkan 18.10.