Í dag eru 40 ár síðani Henrik Old varð valdur á ting

Tann 8. november í 1984 var ein nýggjur maður valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar

Tað var tann 37 ára gamli skiparin, Henrik Old úr Vági, sum vann seg upp á annað pláss á listanum hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy. Floksformaðurin Atli P. Dam var altíð tryggur á fyrsta plássi í Suðuroyar valdømi, og í sjeyti- og áttatiárunum hevði hann Sverra Midjord á Tvøroyri og Hilmar Bech úr Porkeri afturat sær. Viðhvørt annar, onkuntíð báðir. Á valinum í 1984 fekk Javnaðarflokkurin tveir umdømisvaldar tingmenn í Suðuroyar valdømi. Tá samgonga varð skipað og Atli P. Dam gjørdist løgmaður á fjórða sinni, kom Hilmar Bech inn sum fastur varamaður í hansara stað.

Henrik Old gavst í politikki í 2008, tá hann ikki stillaði uppaftur. Valskeiðið frammanundan hevði hann fast sæti sum varamaður. Tí á valinum í 2004 var hann tríggjar atkvøður aftan fyri Sverri Midjord.

Men Henrik Old treivst eftir øllum at døma ikki uttan fyri tinggátt, so tá val varð skrivað út 2011, tá var Henrik Old aftur á listanum – og hann varð valdur sum nummar fimm á listanum við 265 atkøvðum.

So taka vit skeiðið, tá hann var burtur frá politikki frá 19. januar í 2008 til 29. oktober 2011, so hevur Henrik Old verið løgtingsmaður í góð 36 ár.

Men hann hevur eisini verið í farloyvi sum tingmaður tá hann var landsstýrismaður frá 15. september í 2015 til 1.oktober 2018. Hann varð valdur á ting aftur í 2019 og aftur í 2022.

Um hann stillar upp aftur á næsta vali vil hann – sær sjálvum so líkt – ikki ordiliga svarað uppá. 

– Aldurin setir helst sínar avmarkingar, sigur hann.

Sum gamal skipari, so hevði tað stóran týdning hjá Henriki Old at sleppa til skips. Og tað gjørdi hann á hvørjum sumri, tá Løgtingið var í summarfrí.

Men síðstu árini hevur tingið verið saman so leingi, at tað hevur borið so illa til hjá honum, og tíðin í landsstýrinum forkom honum møguleikan at mynstra, og tí mist hann góðkenningina. Ein landsstýrismaður kann ikki mynstra, og kann ikki tjena pengar frá nøkrum øðru arbeiðsgevara, so tí misti Henrik Old tann møguleikan.

Hann kann tó taka nøkur skeið og fáa pappírini aftur, men tann tíðin man vera farin, heldur tingmaður, sum er millum teir føroyingar, sum hava sitið longst á tingi.

Uttan at hava kannað tað í smálutir, so kunnu vit nevna Johan Poulsen, tingmann Sambandsfloksins, sum sat á tingi frá 1920 til 1970. 

Petur Mohr Dam, formaður og ein av stovnarunum av Javnaðarflokkinum sat í góð 40 ár á tingi. Hann varð valdur á ting 19. januar í 1928 og doyði 8. november í 1968 (fyri 56 árum síðani í dag). Taka vit tey seks árini, hann var løgmaur frá, so hevur Henrik Old sitið longri sum tingmaður, enn Petur Mohr Dam.

Tá hetta valskeiðið er at enda komið, og um Henrik Old framveigs er tingmaður tá, so verða tað tá 42 ár og ein mánaður síðani Henrik Old varð valdur á ting.