Teir tríggir floksformenninir skriva undir samgonguskjalið hósdagin: Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður frá 2019 til 2022. Beinir Johannesen, komandi løgmaður, og Aksel V. Johannesen, løgmaður frá 2015 til 2019 og 2022 til 2026 Mynd: Álvur Haraldsen

Í dag fáa vit nýggjan løgmann

Beinir Johannesen er yngsti løgmaður nakrantíð. Hann er tann 15. løgmaðurin eftir heimastýrislógina

Teir tríggir floksformenninir skriva undir samgonguskjalið hósdagin: Bárður á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmaður frá 2019 til 2022. Beinir Johannesen, komandi løgmaður, og Aksel V. Johannesen, løgmaður frá 2015 til 2019 og 2022 til 2026 Mynd: Álvur Haraldsen

Beinir Johannesen verður valdur til løgmann á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 í morgun við at góðkenna løgtingsvalið og valbrøvini hjá tingfólkum. Og tá tekur Beinir Johannesen meira enn 55 ára gamla metið hjá Atla P. Dam, ið sum 38 ára gamal varð valdur til løgmann 10. desember í 1970.

Tríggir aðrir menn úr Fólkaflokkinum hava verið løgmann. Tann fyrsti Hákun Djurhuus, sum varð løgmaður í sonevnda sjálvstýrislandsstýrinum frá 1963 til 1967. Jógvan Sundstein, sum var løgmaður frá 1989 til 1991, og Anfinn Kallsberg, sum var løgmaður í fullveldislandsstýrinum frá 1998 til 2004.

Tað er fyrstu ferð, at løgmansembætið fer beinleiðis víðari í familjuni, nú Aksel V. Johannesen fer frá, og bróðirsonurin, Beinir Johannesen tekur við.

Einir feðgar hava verið løgemnn. Petur Mohr Dam og Atli P. Dam. Petur Mohr Dam doyði í embætinum 8. november í 1968. Tá tók Kristian Djurhuus, sum var varaløgmaður, við sum løgmaður restina av valskeiðinum. Síðani varð Atli P. Dam valdur til løgmann eftir løgtingsvalið í 1970.

Sjey løgmenn hava sitið í embætinum í meira enn eitt valskeið:

##med2##

Hesi 15 fólkini hava verið løgmenn í Føroyum síðani fyrsta landsstýrið eftir at Heimastýrislógin kom í gildi í 1948:

##med3##