Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og týski kanslarin, Friedrich Merz, stúra fyri avleiðingunum, nú USA ætlar at blokera Homussundið - siglingarleiðina inn og út úr Persaraflógvanum.
- Vit stuðla ikki blokaduni, sigur Keir Starmer vegna Stórabretland.
Útsøgnin hjá bretska forsætisráðharranum kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í nátt segði, at USA fer at blokera týdningarmiklu siglingarleiðina.
- Líkamikið, hvussu nógv trýstið verður, skulu vit ikki dragast inn í kríggið, sigur Keir Starmer.
Stríðið hevur tikið seg upp, eftir at friðarsamráðingarnar millum USA og Iran í Islamabad í Pakistan endaðu úrslitaleysar um vikuskiftið.
Heldur ikki týski kanslarin, Friedrich Merz, er unniligur við støðuna í Persaraflógvanum.
- Vit fara at merkja avleiðingarnar av krígnum við Iran í langa tíð framyvir, sigur Friedrich Merz, og tað er NRK, sum endurgevur.










