Í dag hittast Aksel, Mette og Jens-Frederik í Føroyum

Í dag og í morgin verða ávikavist ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum. Londini í ríkisfelagsskapinum skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. 

Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen á trappuni uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi

Um ársskiftið yvirtóku Føroyar formansskapin í samstarvsráðnum.

 

– Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini. Sum áður sagt, so arbeiða vit miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Á ríkisfundinum luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen. Á fundinum fara tey trý at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

 

Síðani verður fundur í samstarvsráðnum í morgin. Á fundinum skulu londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

 

##med2##

 

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

 

Føroyar

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

 

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

 

Danmark

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri

 

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri

 

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

 

##med3##

 

Grønland

 

Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut

 

Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum

 

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og granskingarmálum

 

 

 

Aksel V. Johannesen og Mette Frederiksen á trappuni uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi uttan fyri Skansapakkhúsið í Tinganesi, tá fundur var millum stjórnarleiðararnar í Danmark, Noreg, Føroyum, Grønlandi og Íslandi