Um eitt gott ár er ætlanin at ein nýggjur bygningur stendur klárur á Áarvegi í 12 í Havn til virksemi hjá Hotel Hafnia.
Í dag stendur ein maskina og brýtur húsini niður á Áarvegi, har ymsir handlar hava hildið til. Fram til 1995 var tað radiohandilin hjá Marstein, sum helt til har. Síðani tá hava ymsir handlar verið har, so sum Sirri, seinni Staðið.
Hotel Hafnia keypti bygningin í 2017 frá P/F Marstein. Tá segði TUmmas Justinussen, nevndarformaður í Hafnia við In.fo, at tey keyptu bygningin, tí at høvið var til tað. Tey høvdu tá ongar ætlanir, men skuldi Hotel Hafnia útbyggjast einaferð, so var hetta einasti møguleiki.
Nú verður ein bygningur bygdur har í fýra hæddum. Tummas Justinussen, segði við in.fo herfyri, at tey hava í fleiri ár havt ætlanir um at taka bygningin niður og byggja nýggjan bygning á staðnum. Tað er hetta arbeiði, sum nú er farið í gongd.
##med2##
##med3##
Talan verður um nýggjan bygning í fýra hæddum, sum skal nýtast til annað hotelvirksemi enn kømur. Har verða høli til matstovuvirksemi og fundarvirksemi, sigur Tummas Justinussen.
Uppi á takinum verður ein stór takterassa, sigur hann.
Tað er byggifelagið Eysturlon, sum byggir, og arbeiðið skal vera liðugt til 1. mars í 2026
##med4##
##med5##
Tað var í 2005, at Hotel Hafnia, sum Christian Dal-Restoff stovnaði í fimmtiárunum, varð selt til P/F Hvarvið, sum átti hotellið saman við Havila A/S í Noreg, Sjóborg Sp/f og Sæborg Sp/f. Seinni er hotellið selt til Smyril Line, sum hevur somu eigarar.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##