Soleiðis sá Marius Clementsen á Sandi hesa løtumyndina tann søguliga hósmorgunin 24. september 1997, klokkan 11, tá ið maskinurnar á flakavirkinum á Sandi aftur fóru at mala og konurnar aftur fingu flakaknívin stungnan í hondina.
Leingi hava sandoyingar bíða eftir hesum degi.
Líka síðani flakavirkini bæði í oynni vórðu stongd, hevur verið steindeytt.
Sandoyingar ganga púra bedøvaðir, hava onki at gera og fáa onki upp í lag, harmaðist Marius Clementsen oyggjarfelagar sínar á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í vár.
Ikki tí, av og á birtist vónin aftur tá ið tað frættist, at nú skuldi virkini latast uppaftur.
Men so mikið størri var vónbrotið, tá ið tað hvørja ferð datt niðurfyri aftur.
Tí tordi sandoyingar heldur ikki at trúgva tí ordiliga, tá ið tað frættist, at menninir, sum høvdu Delta Seafood á Tvøroyri høvdu vent kikaranum ímóti Sandoynni, tí teir hildu seg síggja ein møguleika at fáa gongd aftur á fiskaarbeiði.
Sandoyingar yptu øksl og hugsaðu, at ?tað man fara at detta niðurfyri aftur sum tað plagdi³.
Men spakiliga varnaðust sandoyingar, at hesuferð varð øðrvísi, at hesuferð var ikki talan um tóm orð og leys lyfti.
Og hesa seinastu tíðina hevur broytingin á sandi verið týðilig. Fólkið fór at ganga meiri úti, bjartskygni breiddi seg og bleiv sum fráleið til ógoymda gleði. Á fólkamunni mátti B 71 dvína, tí alt prát fór at snúgva seg um tað velduga, sum var í eygsjón.
Og so kom dagurin, 24. september, tá ið arbeiðið skuldi byrja,.
Tann dagin skein sólin ikki bara av heiðum himni á Sandi. Marius segði, at hann sá hana skína í hvørjum andliti.
Men Marius mundi kortini helst ikki hava sæð andlitið á øllum teimum, sum ikki fingu arbeiðsboð.
Tí hóast gleðisrómur var yvir alla sandsbygd í fyrradagin, skerst ikki burtur, at so mikið størri var vónbrotið hjá teimum, sum ikki sluppu upp í part.
Men ein kona, vit tosaðu við helt, at tey máttu bara bíða og vóna, at boð eisini varð eftir teimum, táið arbeiðið var komið í eina fasta legu.
Men innast inni vita vit eisini, at øll arbeiðsleys í Sandoynni kunnu ikki fáa arbeiði á flakavirkinum. Vit kunnu bara vóna tað besta, og gongur tað ikki, er onki at gera uttan at bíða, og vóna...
Ilt at hugsa sær
Sandoyingar, vit tosaðu við hósdagin siga, at fólk, sum ikki hava roynt tað, kunnu ómøguligt hugsa sær, hvussu ringt tað er at búgva á einum vinnuliga steindeyðum plássi.
Tað er ikki bara tað, at onki er at gera. Tú fært heldur onki upp í lag. Hóast tú hevur alla verðsins tíð at gera akkurát tað, tær lystir, kemur púra onki burturúr.
Og so er tað fíggjarligi ótryggleikin. Tey ringastu kreppuárini gjørdi hann sandoyingar til til fíggjarlig flóttafólk, kanska meiri enn føroyingar annars.
Hesi seinastu árini eru næstan 300 fólk flutt rýmd úr Sandoynni, tey flestu úr tí yngra endanum.
Og bundu húsini ikki fólk niður, vóru nógv fleiri farin.
Tí, sum tann eina flakakonan segði, meðan hon smoygdi seg í oljuklæðini, áðrenn hon fór inn í skerihøllina.:Tað var eisini ómøguligt at sleppa av við húsini, tí hvør skuldi keypt tey? So í veruleikanum var onki val. Vit sluppu ongan veg, hóast vit vildu.