Jan Allan Müller, sum var stjóri í Atlantic Trawldoors, er í rættinum í morgun dømdur eitt ár og niggju mánaða fongsulsrevsing.
Harav eru seks mánaðir treytaleysir, og hann skal inn at sita teir beinanvegin.
Hann varð funnin sekur í fíggjarligum undandrátti, skjalafalsan og skattasviki.
Fyritøkan framleiddu trollemmar, og framleiðslan fór fram í Litavia og í Kina.
Fyri tveimum árum síðan fingu eigararnir illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt fíggjarliga, og stjórin og ein roknskaparleiðarin vórðu meldaðir.
Hann varð dømdur fyri svik í 13 førum, fyri av órøttum at hava vunnið sær 2,3 mió. krónur og fyri at hava svikað í skatti fyri 750.000 krónur, og tær skal hann rinda aftur sum bót. Haraftrat hevur hann ikki loyvi at stovna nakra fyritøku ella vera stjóri ella nevndarlimur í fimm ár.